- Tíðindi, mentan og ítróttur
Í gongugøtuni í Havn eru ymsar meiningar um summar- og vetrartíð
Í gongugøtuni í Havn eru ymsar meiningar um summar- og vetrartíð
Summi halda, at tað órógvar, onnur halda, at tað er frálíkt at fáa ein eyka tíma aftrat sunnunáttina

Mynd: Bjarni Árting Rubeksen (Savn)
24.10.2025 - 18:18
Sunnunáttina endar summartíðin á hesum sinni.
Tað stendur at lesa í kunngerðini um summartíð fyri tíðarskeiðið frá 2024 til 2028, sum Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, lýsti hálvan februar í fjør.
Summartíðin í ár er frá 30. mars til 26. oktober, og tá skulu vit flyta klokkuna aftur.
Í gongugøtuni í Havn eru ymsar meiningar um summar- og vetrartíðin skal varðveitast ella takast burtur.
Summi halda, at tað órógvar, onnur halda, at tað er frálíkt at fáa ein eyka tíma aftrat sunnunáttina.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum
1772087
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV



























