Åge Hareide gav Teiti Lassen legendariska landsliðsblusu hjá Preben Elkjær

Åge Hareide gav Teiti Lassen legendariska landsliðsblusu hjá Preben Elkjær
Í kvøld bórust deyðsboðini eftir kenda norska fótbóltsvenjaran Åge Hareide. Áðrenn hann gjørdist venjari, var Åge grannskoðari og ofta í Føroyum undir kreppuni í nítiárunum
Mynd: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix  
 
18.12.2025 - 23:00

Norski Åge Hareide gjørdist 72 ár. 

Åge hvør? spyr onkur kanska. Men tey, ið fylgja eitt sindur við fótbólti vita, at Åge Hareide er fyrrverandi norskur landsliðsleikari, sum eitt skiftið var yrkisleikari á ovastu rók í Manchester City og Norwich í Onglandi.

Fólk kenna hann kanska best sum venjara, sum eitt nú hevur vant bæði danska og íslendska landsliðið, umframt norsku feløgini Rosenborg og Molde og danska Brøndby. 

 

Í Føroyum kreppuárini

Men tað, ið kanska tey fækstu vita er, at Åge Hareide eisini var grannskoðari, og í kreppuni fyrst í nítiárunum var hann nógv í Føroyum. 

Tað skrivar Jógvan Páll Lassen, sakførari, á Facebook í kvøld. 

"Eg lærdi hann (Åge Hareide) at kenna sum grannskoðari, ið arbeiddi hjá Den Norske Bank. Tá kreppan rakti Føroyar 6. okt 1992, vóru fleiri skip fíggjað í tí bankanum, millum annað Borgirnar í Vági. Her var tað, at Åge kom til Føroyar sum teirra umboðsmaður at virka fyri, at bankin fekk sínar pengar aftur uppá besta mátan."

 

Gav Teiti legendariska troyggju

Sambært Jógvani Páll Lassen, so blivu teir báðir vinnmenn, og var Åge Hareide ein sannur vinur og heiðursmaður at arbeiða saman við.

Hetta er eisini ein lýsing av manninum, ið gongur aftur, nú hann andaðist einans 72 ára gamal. 

"Á tí persónliga planinum, so møttust vit ofta, og gav Åge Teiti spælitroyggjuna hjá Elkjær, sum hann fekk í býti í minniliga dystinum millum Danmark og Norra, har Åge var sveepari og Elkjær áloypari, og sum Danmark vann."

Dysturin, talan allarhelst er um, er undankappingardysturin til HM í Meksiko í 1986, tá Danmark var flúgvandi um hetta mundið og hevði eitt lið av ovastu hill við Michael Laudrup, Preben Elkjær, Morten Olsen, Søren Lerby, Frank Arnesen, Jan Mølby og øðrum. 

 

Í dystinum komu danir tó afturum 1-0, men enda við at vinna 1-5. Tað er kanska ikki so løgið, at Åge Hareide ynskti at sleppa sær av við leikarabúnan, ið hann fekk frá júst tí dystinum, tí dysturin var ikki tann minniligasti hjá honum. 

Åge lovaði dønum innaftur í dystin, tá Klaus Bergren kom ímillum eina skeiva afturlegging frá Hareid til málverjan Erik Thorstvedt. 

 

Ætlaði til Føroya

Í sínari kvøðu á Facebook, so nevnir Jógvan Páll Lassen, at Åge Hareide hevði ætlanir um at koma til Føroyar at tosa um tíðina í kreppuárunum. 

"Men sjúkan vann, og tað bleiv av ongum. Góði Åge, tú vart ein fyrimynd í ítrótti og arbeiði, og saknurin verður stórur. Takk fyri tíðina, og minnini."

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. juli
HM-tíðindi 20. juli 2026
211136
Mánadag 20. juli
RagnarRokk: James McBain um Coronach
209143
Mánadag 20. juli
Morgunlestur mánadagur
211130
Sunnudag 19. juli
HM-finalan nærkast
211115
Sunnudag 19. juli
HM-tíðindi 19. juli 2026
211109
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf kvinnur
211096