Málið um fýrverkið í Vági er nú hjá ákæruvaldinum

Málið um fýrverkið í Vági er nú hjá ákæruvaldinum
Politiið fann meira enn átta tons av fýrverki í einari húsarannsókn í sethúsum í september í fjør
Ákæruvaldið kannar nú málið fyri at fáa greiðu á, um ákæra skal reisast.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
18.12.2025 - 15:53

Málið um nógva fýrverkið, sum var funnið í einum sethúsum í Vági 25. september í fjør, er nú hjá ákæruvaldinum.

Politiið í Suðuroynni sendi tað hagar í september í ár.

Politiið fann meira enn átta tons av fýrverki í einari húsarannsókn í sethúsunum.

Húsarannsóknin var gjørd, eftir at politiið fekk fráboðan um fýrverkið.

Ákæruvaldið kannar nú málið fyri at fáa greiðu á, um ákæra skal reisast.

Ein maður er skuldsettur í málinum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846