Banamaðurin hjá Føroyum ikki við hesa ferð

bannari
Banamaðurin hjá Føroyum ikki við hesa ferð
Miha Zarabec, knappi slovenski bakspælarin, sum meir ella minni avgjørdi EM-dystin ímóti Føroyum fyri tveimum árum síðan, er ikki við í slovenska hópinum hesa ferð
Mynd: Kollektif  
 
18.12.2025 - 15:48

Var tað ein maður, sum føroyska verjan ikki fekk bilbugt við, tá Føroyar spældu sín fyrsta EM-dyst yvirhøvur ímóti Slovenia í 2024, var tað Miha Zarabec.

Knappi bakkurin, sum í spælistíli minnir ikki so lítið um Elias Ellefsen á Skipagøtu ella Óla Mittún, gjørdi veruliga vart við seg í seinna hálvleiki og var helst høvuðsorsøkin til, at slovenar vunnu 32-29 ta ferðina.

Honum nýtast føroyingarnir ikki at stúra fyri, tá teir bresta saman við Slovenia í triðja dystinum í bólkaspælinum í Oslo, tí 34 ára gamli bakspælarin úr Wisla Plock er ikki tikin út til slovenska EM-hópin - ikki í fyrstu syftu í øllum førum - tí hann er skaddur. 

Strikuspælarin Blaž Blagotinšek úr Flensburg og bakkurin Borut Mačkovšek úr Pick Szeged teljast millum aðrar stuðulsspælarar, sum ikki eru við í hópinum fyribils.

 

Stórur hópur og drúgvar fyrireikingar

Slovenski venjarin Uros Zorman hevur tikið heili 22 spælarar út, og lagt verður upp til, at nakrir skulu sáldast frá áðrenn sjálvt endaspælið. 

Slovenia skal spæla venjingardyst ímóti Kuvait á heimavølli, áðrenn leiðin gongur til París, har dystir ímóti Íslandi og antin Eysturríki ella Fraklandi eru á skránni. 

Fyrsti EM-dysturin hjá Slovenia verður ímóti Montenegro, síðan spæla slovenar ímóti Sveis áðrenn dystin ímóti Føroyum 20. januar.

 

Slovenski EM-hópurin

 

Málverjar

Jože Baznik, Pays d'Aix Universite Club Handball (Frakland)
Miljan Vujović, TVB Stuttgart (Týskland) 
Klemen Ferlin, RK Celje

 

Vengur

Tilen Kodrin, VFL Gummersbach (Týskland)
Staš Slatinek Jovičič, RD LL Grosist Slovan
Tim Cokan, SPR Wisla Plock (Pólland)
Blaž Janc, Barcelona (Spania)
Domen Novak, Flensburg-Handewitt (Týskland)

 

Bakkar

Janez Guček, RK Trimo Trebnje
Nik Henigman, C'Chartres Metropole HB (Frakland)
Mitja Janc, SPR Wisla Plock (Pólland)
Tarik Mlivić, RD LL Grosist Slovan
Aleks Vlah, Aalborg (Danmark)
Domen Makuc, Barcelona (Spania)
Jaka Malus, RD LL Slovan
Domen Tajnik, HC Eurofarm Pelister (Norðurmakedónia)
Nejc Cehte, Füchse Berlin (Týskland)
Timotej Grmšek, RK Trimo Trebnje

 

Strikur

Lan Grbić, Trimo Trebnje
Kristjan Horžen, VfL Gummersbach (Týskland)
Matic Suholežnik, Saran Loiret (Frakland)
Stefan Žabić, Rokometni Klub Celje Pivovarna Lasko

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Hósdag 27. august
RagnarRokk: Temka um HUN
211823
Týsdag 25. august
Ung lesa 8.partur - Eg, Coriander
210837
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203