Suðuroyar sjúkrahús skal spara eina millión

Suðuroyar sjúkrahús skal spara eina millión
Tað kann millum annað hava við sær longdar bíðitíðir og eina ávirkan á starvsfólkatrivnaðin. Tað sigur Hanus Toftheygg, stjóri á Suðuroyar sjúkrahúsi
Suðuroyar sjúkrahús, savnsmynd
Mynd: Savnsmynd  
 
27.10.2025 - 19:33

Sjúkrahúsverkið skal spara. Rakstrarjáttanin hjá landinum lækkar í 2026, og fyri Suðuroyar sjúkrahús merkir tað, at tillagingar og sparingar skulu fremjast. Hetta svarar til eina samlaða sparing á áleið eina millión krónur. 

 

Millum annað verður spart við samstarvsavtalum, goymslustýringsskipanum og viðlíkahaldi. Men ikki kann sleppast undan, at hetta eisini fer at ávirka tænastur og virksemi á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Tað kann millum annað hava við sær longdar bíðitíðir og eina ávirkan á starvsfólkatrivnaðin. Tað sigur Hanus Toftheygg, stjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsi

 

Hanus Tofheygg sigur, at heldur mann fram at fremja tílík spariátøk, so verður Suðuroyar sjúkrahús sera trýst. 

 

1772459

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860