
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Er alheimurin livandi ella deyður?

Fyri stuttum kunngjørdi amerikanski rúmdarstovnurin NASA, at tey høvdu funnið ábendingar um, at lív einaferð í fyrndini hevði verið á gongustjørnini Mars.
Gamalt útdeytt lív, gaman í, men er gongustjørnan Mars steindeyð?
Spurningurin stendur í dag ósvaraður, men hann verður viðgjørdur í nýggju sendingini "Livandi alheimurin", sum verður send í útvarpinum týsdagin klokkan 17.05.
Kári Sólstein, journalistur, tosar við Gunver Lystbæk Vestergård, vísindajournalist, sum hevur skrivað bókina "Vores levende univers".
Gunver Lystbæk Vestergård er kandidatur í journalistikki og hevur eina ph.d. í vísindasamskifti. Hon arbeiðir sum journalistur á Weekendavisen, har hon millum annað skrivar um alisfrøði, stjørnufrøði, rúmdarferðing og vísindasøgu.
Hvat er lív?
Fyri at kunna svara spurninginum, um lív er aðrastaðni enn á jørðini, so má mann fyrst fáa greiðu á, hvat lív í roynd og veru er fyri nakað, so mann veit, hvørjum mann skal leita eftir.
Hvussu skilmarkar mann lív?
Tann spurningurin er ikki lættur at svara upp á, men í sendingini "Livandi alheimurin" koma nøkur boð upp á, hvat lív er.
Lurta eftir sendingini Livandi alheimurin
Lív á øðrum gongustjørnum
Eitt er gongustjørnan Mars, men tað eru eisini fleiri aðrar ábendingar um, at lív finst á øðrum gongustjørnum og mánum í okkara sólarskipan.
Eitt nú trívist lív væl á uttaru síðuni á altjóða rúmdarstøðini ISS, og ábendingar eru um, at lív er í lofthavinum á gongustjørnini Venus ella undir íshválvinum á mánanum Enceladus, sum er í ringrás um gongustjørnuna Saturn.
Og smittar lív millum gongustjørnurnar, og er lív allastaðni?
Nýggja hugtakið er lívfrøðiligi alheimurin, tí tað sær út til, at allur alheimurin er sum skaptur til lívfrøðiligt margfeldni.
Lurta eftir áhugaverdu sendingini "Livandi alheimurin" í útvarpinum týsdagin klokkan 17.05.


























