Asfaltera av nýggjum við Húsareynstunnilin

Asfaltera av nýggjum við Húsareynstunnilin
Neyðugt er at asfaltera einar 100-200 metrar av vegnum av nýggjum
Asfaltarbeiðið við Húsareynstunnilin ger, at neyðugt verður at steingja tunnilin frá klokkan sjey í morgin ári til sunnumorgunin klokkan sjey.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
31.10.2025 - 15:04

Húsareynstunnilin verður stongdur frá klokkan sjey í morginári til sunnumorgunin klokkan sjey í sambandi við asfaltering. 

Tað snýr seg um einar 100 til 200 fermetrar við tunnilsmunnan við Sundsvegin, sum skulu asfalterast av nýggjum, sigur Jóannes Jensen, verkætlanarleiðari í Tórshavnar kommunu.  

Undirlagið var helst ikki nóg turt, tá tað var asfalterað upprunaliga, og tí er neyðugt at gera tað av nýggjum. Articon ger arbeiðið av nýggjum uttan rokning. 

Í sambandi við, at tunnilin er stongdur, verða eisini nakrar lúkur, sum manglaðu, tá tunnilin læt upp, settar upp inni í tunlinum. Tær skulu brúkast til eftirlit, sigur Jóannes Jensen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Sunnudag 2. august
Møti úr Elim
211469
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375