Kalsoyingar ónøgdir við rampuna

Kalsoyingar ónøgdir við rampuna
Talan er næstan um herverk, siga kalsoyingar millum annað um arbeiðið upp á rampuna á Syðradali
Kalsoyingar eru alt annað enn nøgdir við arbeiðið upp á rampuna á Syðradali, nú arbeiðið dregur út
Mynd: Birita Matras Petersen  
 
01.11.2025 - 18:29

Kalsoyingar eru farnir at ótolnast, nú arbeiðið upp á ferjuleguna á Syðradali dregur út.

Eftir ætlan skuldi arbeiðið verða liðugt um hálvan august í ár. Tað boðaði Strandferðslan frá á heimasíðu síni 30. mai.

Arbeiðið við at tillaga ferjuleguna heldur tó fram, segði Niels Juel Arge, stjóri á Strandferðsluni við Kringvarpið í vikuni.

Teistin hevur royndarsiglt á Kalsoyarleiðini, meðan arbeitt hevur verið upp á ferjuleguna. Og Sam hevur røkt siglingina.

Men eisini her hava avbjóðingar verið við rampuni. Í gjáramorgunin sluppu eingir bilar umborð á Sam, tí trupulleikar vóru við rampuni á Syðradali. Tað visti Norðlýsið at siga í gjár.

Tað hevur gingið striltið hjá Teistanum at leggja at á Syðradali.

Ábøtur skulu gerast á rimaverkið, segði Niels Juel Arge, stjóri á Strandferðsluni, við Kringvarpið í vikuni.

Men rampan egnar seg nú eisini illa til Sam, greiða kalsoyingar frá.

Sambandið millum Kalsoynna og Klaksvík er darvað. Og kunningin frá Strandferðsluni er als ikki nøktandi, sambært kalsoyingum.

 

Hoyr meira í innslagi í útvarpstíðindunum:

 

Tað er Landsverk, sum stendur fyri arbeiðinum við ferjuleguni á Syðradali.

- Landsverk kemur at svara hesum og øðrum spurningum í samband við grein 52a fyrispurninginum um ferjulegur og atløguviðurskiftini á Syðradali og í Klaksvík frá Karlot Hergeirssyni, tingmanni fyri Framsókn, sigur Marjun Weihe Thomassen, stjóri í Landsverki, í skrivligum boðum til Kringvarpið, sum ikki vil gera fleiri viðmerkingar um málið nú.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 1:3
134983