Starvsfelagið átalar løgmansstjóran

Starvsfelagið átalar løgmansstjóran
Henda framferðarhátt fara vit upp á tað kraftigasta at mótmæla og heita á løgmansstjóran, sum hevur ovastu leiðsluna, um at steðga á og koma á rætta sporið, sigur felagið
Starvsfelagið hevst nú eisini at fyrisitingarleiðsluni fyri ikki at hava borið seg rætt at
 
09.11.2025 - 19:27

Starvsfelagið ger nú eisini vart við seg í samband við broytingarnar, sum eru hendar í almennu fyrisitingini, eftir at Nýskipanarnevndin í síðstu viku kom við sínum fyrstu tilmælum.

Tað ger felagið í einum skrivi á heimasíðu felagsins og sum eisini er sent miðlunum.

Í skrivinum stendur, at Starvsfelagið skal, júst sum onnur longu hava gjørt, vísa á okkara undran, at ovasta leiðslan í miðfyrisitingini ikki hevur tikið fakfeløgini við í tilgongdini, nú løgmaður hevur sett partar av tilmælinum frá Nýskipanarnevndini í verk.

Starvsfelagið umboðar rættiliga nógv fólk í miðfyrisitingini, sum hava sáttmálarættindi, og felagið metir, at løgmansstjórin setti tey til viks, tá ið hann á fundi, eftir at tað var komið fram, at trý landsstýrisfólk og tríggir aðalstjórar skuldu sigast úr starvi galdandi frá 1. desembur 2025, boðaði starvsfólkum í miðfyrisitingini frá sparingum.

- Grundað á manglandi kunning, og at skipanin hevur sett partar av tilmælinum í verk, uttan heilt at vita ella kenna mannagongdir og treytirnar fyri slíkum átøkum, er óneyðugt og óverdugt órógv komið í limir okkara, sum starvast í miðfyrisitingini. Henda framferðarhátt fara vit upp á tað kraftigasta at mótmæla og heita á løgmansstjóran, sum hevur ovastu leiðsluna, um at steðga á og koma á rætta sporið, sigur Starvsfelagið í skrivinum.

Starvsfelagið ger vart við, at grein 2 í sáttmálanum ”Arbeiðspláss og broytingar í arbeiðsgongd o.a.” skal haldast.

- Hetta er ikki bara galdandi í hesum málinum, men eisini í teimum málum, ið væntandi koma sum avleiðing av tilmælum frá Nýskipanarnevndini, sigur Starvsfelagið, sum fylgir væl við gongdini. Felagið leggur afturat, at frávik frá sáttmálanum verða mett sum sáttmálabrot.

Trýst á leinkið og hoyr innslagið, sum var í tíðindunum klokkan 18.30.

1775322


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. apríl
Morgunlestur mánadagur 20.apríl 2026
207134
Sunnudag 19. apríl
Ættirnar syngja og suða
207267
Sunnudag 19. apríl
Bolero 19 apríl 2026
207265
Sunnudag 19. apríl
Upp á tá - 170426
207261
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227