Forkvinnan: Roynt verður at drála fosturtøkumálið í rættarnevndini

Forkvinnan: Roynt verður at drála fosturtøkumálið í rættarnevndini
Longda freistin fór fyri 10 døgum síðani, men forkvinnan í rættarnevndini veit ikki at siga, nær málið kemur úr nevndini
Hervør Pálsdóttir er forkvinna í rættarnevndini.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
17.11.2025 - 14:23

- Tað er ikki vanlig mannagongd at bera seg soleiðis at.

Tað sigur Hervør Pálsdóttir, forkvinna í rættarnevndini, nú størri minnilutin í rættarnevndini ikki skrivar undir álit í málinum um nýggja fosturtøkulóg. Longda freistin at skriva álit fór fríggjadagin 7 november. 

 - Eg havi roynt at latið ivan koma teimum til góðar, men nú er eingin ivi longur um, at tey royna at drála, sigur Hervør Pálsdóttir.

Hon dugir ikki at siga, nær álitið verður lagt fram:

 

17112025_Hervor

 

Henrik Old úr Javnaðarflokkinum læt hósdagin umsitingini í løgtinginum sítt álit í málinum um fosturtøkulóg. Hann er einsamallur ein minniluti í rættarnevndini í málinum.

Ein annar minniluti í nevndini - Helgi Abrahamsen úr Sambandsflokkinum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir úr Fólkaflokkinum, og Rósa Tyril Gaardlykke úr Miðflokkinum - hevur frammanundan latið umsitingini álit sítt.

Helgi Abrahamsen, sum er næstformaður í rættarnevndini, segði hósdagin, at tey lótu umsitinigni sítt álít mikukvøldið. 

Upprunaliga freistin, sum var 30. oktobur, varð longd til 7. novembur, og tann freistin fór altso fyri 10 døgum síðani.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815