Norðurlendskir stjórnarleiðarar hava summarfund í Keypmannahavn

Norðurlendskir stjórnarleiðarar hava summarfund í Keypmannahavn
Mette Frederiksen, forsætisráðharri, og Beinir Johannesen, løgmaður, eru vertir fyri fundinum
Beinir Johannesen, løgmaður, og Mette Frederiksen, forsætisráðharri, eru vertir.
Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix  
 
20.08.2026 - 15:48

Norðurlendskir stjórnarleiðarar hittast í Keypmannahavn í dag.

Talan er um árliga summarfundin.

Danmark og Føroyar eru vertir fyri fundinum, har eisini Grønland og Áland eru við.

Sambært danska forsætismálaráðnum skulu ríkis- og stjórnarleiðararnir umrøða eitt styrkt verjusamstarv.

 

Byrjaðu á kernu

Fyrsti partur av fundinum er á Høvelte kasernu, har danski verjuovastin eisini verður hjástaddur.

Síðani verður farið á Marienborg, har fundurin heldur fram.

Umframt felags verjupolitikk fara norðurlendsku leiðararnir at umrøða, hvussu børn og ung kunnu verjast fyru hóttanum á internetinum.

Við á fundinum í Keypmannahavn í dag eru - umframt vertirnar Mette Frederiksen og Beinir Johannesen - finski forsætisráðharrin Petteri Orpo, svenski forsætisráðharrin Ulf Kristersson, norski forsætisráðharrin Jonas Gahr Støre, íslendski forsætisráðharrin Kristrún Frostadóttir, og stjórnarleiðararnir í Grønlandi og Álandi, Jens-Frederik Nielsen og Katrin Sjögren. 

Myndir: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix


Beinir Johannesen, Mette Frederiksen, og Jens- Frederik Nielsen, landsstýrisformaður í Grønlandi. (Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix)

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040