Peningastovnarnir læna meiri nú

Peningastovnarnir læna meiri nú
Í september høvdu peningastovnarnir útlán fyri 21 milliardir kr.
Serliga vinnan og síðani húsarhaldini og kommunurnar hava lænt fleiri pengar.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
18.11.2025 - 10:36

Peningastovnarnir í Føroyum læna fleiri pengar út nú enn í fjør.

Útlánsvøksturin í september var átta prosent størri, roknað sum eitt tríggjar mánaða miðaltal, enn í sama tíðarskeiði í fjør, sigur Landsbankin.

Útlánsvøksturin hevur annars verið minkandi síðani ársbyrjan 2024, men er síðani fyrst í hesum árinum øktur aftur.

Føroysku peningastovnarnir høvdu útlán til føroysk viðskiftafólk fyri 21 mia. kr. í september í ár. 

Í september í fjør vóru útlánini 19,3 mia. kr.

Serliga vinnan og síðani húsarhaldini og kommunurnar hava lænt fleiri pengar.

Útlánsvøksturin hjá donsku realkredittstovnunum var tvey prosent í september 2025, samaborið við september í 2024, sigur Landsbankin.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Hósdag 27. august
RagnarRokk: Temka um HUN
211823
Týsdag 25. august
Ung lesa 8.partur - Eg, Coriander
210837
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203