Skúvoyingar vilja hava alternativu tunnilsleiðina

Skúvoyingar vilja hava alternativu tunnilsleiðina
Skúvoyar kommuna hevur latið inn hoyringarskriv um Suðuroyartunnilin
Skúvoyar kommuna vil hava fast samband til Skúvoyar, og tað skal vera alternativa tunnilsleiðin, sum tunnilsbólkurin hevur mælt til.
 
19.11.2025 - 13:25

Skúvoyar kommuna vil hava fast samband við oynna, nú undirsjóvartunnil møguliga skal gerast til Suðuroynna.

Og tað skal vera ein undirsjóvartunnil við koyribreyt suður og norð í sama bergholi frá økinum norðan fyri Sands bygd, til Sandvíkar, við linjuføring og rundkoyring undir Skúvoy, og tunnil inn til bygdina.

Tað stendur í hoyringarsvarinum frá Skúoyar kommunu.

Kommunan gongur sostatt ímóti ætlanini, sum P/F Suðuroyartunnilin hevur mælt til, nevniliga frá Djúpadali við Skarvanes til Sandvíkar 

Víðari stendur í hoyringarsvarinum at "Tunnilin frá rundkoyringini undir Skúvoy og inn til Skúvoyar bygd skal bjóðast út saman við restini av verkætlanini"

Í sambandi við arbeiðsøki og fyribils havn í Skúvoy vísir kommunan til øki sunnan fyri Seiðagjógv og ánna norðan fyri kirkjugarðin.

Nakað av bøi undir fjósinum kann takast til arbeiðsøki. Í sambandi við m.a. búseting og oljugoymslu verður víst til, at verandi fasilitetir í oynni verða brúktir ella bygdir út, um tørvur er.

 

Tunnilsgrót til havnarlagið

Í sambandi við nýtsla av gróti til havnarlag skal hetta í so stóran mun sum møguligt koma frá undirsjóvartunlinum, sum verður gjørdur, stendur í hoyringarsvarinum.

Kommunan tekur heldur ikki undir við uppskotinum til arbeiðsøki/havn sum P/F Suðuroyartunnil hevur skotið upp.

Hon vísir í staðin á øki, sum bólkurin, ið kom við aðrari tunnilsleið, vísir á. 

Økið, sum bólkurin hjá Løgmansskrivstovuni vísir á, er 60.000 fermetrar, meðan tað, sum alternativi bólkurin vísir á, er 50.000 fermetrar. 

Kommunan skrivar, at bøurin sum verður tikin, skal avmarkast mest møguligt.

Les hoyringarskrivið frá Skúvoyar kommunu her. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 20. februar
Morgunlestur fríggjadagur 20.februar 2026
204091
Hósdag 19. februar
RagnarRokk 19.februar 2026
203231
Hósdag 19. februar
RagnarRokk: Gregory Spawton um Woodcut
203229
Hósdag 19. februar
RagnarRokk: Rick Hughes um Redemption
203230
Hósdag 19. februar
Eitt korter við Jazztónleiki
204472
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. februar
Brellbiti: Hoydalar
204388
Hósdag 19. februar
Hoydalar: Eivør Pálsdóttir
204418
Hósdag 19. februar
Veðrið
204493
Hósdag 19. februar
Jóhanna: Mín móðir
204500
Hósdag 19. februar
Filip: Elisabet og Elinborg
204498