Bárður Oskarsson fekk Mentanarvirðisløn landsins 2025

Bárður Oskarsson fekk Mentanarvirðisløn landsins 2025
Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum, hevur latið Bárði Oskarsson, rithøvundi, Mentanarvirðisløn landsins 2025 fyri útint listarligt avrik
Mynd: John Norðbúð Thomsen  
 
21.11.2025 - 20:50

Listamaðurin og rithøvundurin Bárður Oskarsson hevur júst fingið handa Mentanarvirðisløn landsins 2025 á hátíðarhaldi í Kolshøll á Eiði. 

Mentanarvirðisløn landsins er 150.000 krónur, og hon verður latin fyri at heiðra føroyskt mentafólk sum tøkk fyri útint listaligt avrik.

Í grundgevingini at lata Bárði Oskarsson Mentanarvirðisløn landsins 2025 stendur:

»Við heimspekiligum hugflogi arbeiðir Bárður Oskarsson við eini undran um, hvussu vit menniskju eru samansett og bera okkum at. 

Serstakt hegni og hugflog sást longu í fyrstu bókini, Ein hundur, ein ketta, ein mús, ið Bárður Oskarsson bæði skrivaði og myndprýddi, og sum kom út í 2004.

Bárður Oskarsson lýsir grundkorini og umstøðurnar, ið vit sum menniskju eru fødd inn í. Bøkurnar eru til børn eins væl og vaksin og verða lisnar um allan heim. Í meiri enn tjúgu ár hevur Bárður Oskarsson verið okkara mest týddi rithøvundur. 

"Við heimspekiligum hugflogi arbeiðir Bárður Oskarsson við eini undran um, hvussu vit menniskju eru samansett og bera okkum at"

Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum

 

Fyri bókina Træið fekk Bárður Oskarsson Barnabókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í 2018.

Í verkunum fyllir tómleikin ofta eins nógv og sjálvt motivið. Tómleikin er ikki ræðandi, men er eitt høvi at siga frá stillum og vøkrum søgum við hugløgum um einsemi og ørkymlan, ið hvørt mansbarn kennir seg aftur í. 

Tey minimalistisku andlitsbráini hjá figurunum í bókunum og søgurnar um kaninir og hundar kunnu tykjast einfaldar, men heimurin hjá Bárði er kjølfestur í tí universella og í heimspekiligari undran. 

Fyri listarliga avrik sítt fær Bárður Oskarsson Mentanarvirðisløn landsins 2025.«

 

Kvøða til Bárða

Niels Jákup Thomsen, fyrrverandi stjóri í Bókadeild lærarafelags, bar Bárði Oskarsson, rithøvunda, ið fekk Mentanavirðisløn landsins 2025. 

20251121_MV25_NIELS_JAKUP_THOMSEN_KVODA

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Fríggjadag 31. juli
Vikuskiftið 31 juli 2026
211450
Fríggjadag 31. juli
Tað er einaferð um árið - 2026
211431
Fríggjadag 31. juli
Ólavsøkuaftan í útvarpinum
211430
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375