Landsverk umraðfest uttan heimild

Landsverk umraðfest uttan heimild
Tað er Landsverk einsamalt, sum hevur tikið avgerð um, at tær 4 milliónirnar, sum í 2022 vórðu játtaðar at breiðka Trongisvágsvegin, eru brúktar til vegarbeiði í Eysturoynni.
Játtanina til "Tann gloymda kilometurin" í Trongisvági er brúkt í Eysturoynni, uttan at nakar landsstýrismaður hevur givið heimild til tað.
Mynd: Bárður Veihe  
 
29.11.2025 - 14:01

Tað vísir innlit, sum Kringvarpið hevur fingið.

Tað eru fleiri málaráð, ið hava umsitið Landsverk frá 2021, tá ið pengarnir vórðu játtaðir og til dagin í dag. Til desember í 2022 var samferðslan undir Fíggjarmálaráðnum, men tá ið nýtt landsstýrið var skipað , var tað flutt í Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið. 

Kringvarpið hevur fingið innlit frá báðum málaráðunum og frá Landsverki, men har er onki skjal, sum vísir, at landsstýrisfólkið við ábyrgd av økinum hevur givið loyvi til, at pengarnir, ið vórðu játtaðir til Trongisvágsvegin, kunnu brúkast aðrastaðni. 

Fíggjarnevndin, ið játtaði pengarnar í 2021, er heldur ikki eftirspurd, um pengarnir, sum vórðu játtaðir til Trongisvágisvegin, ístaðin kundu nýtast til Selatraðarvegin, Fuglafjarðarvegin og Funningsfjarðavegin, har Landsverk sigur, at teir vórðu brúktir.

Marjun Weihe Thomassen, stjóri í Landsverki, skrivar, at

"Landsverk finnur tíverri ikki skjalfest samskifti millum avvarðandi ráð og stovnin, ið vísir greitt, hvør hevur givið loyvi til at umraðfesta millum verkevni í játtanini Nýggir Landsvegir".

Hon segði annars við útvarpið 18. november, at tað var ikki óvanligt, at stovnurin raðfesti øðrvísi, tá ið talan var um somu konto, sum eitur Nýggir vegir.

 

Landsstýrisfólk hava ikki givið loyvi

Trý landsstýrisfólk hava verið hetta tíðarskeiðið, sum hava umsitið Landsverk, Jørgen Niclasen, Uni Rasmussen og Dennis Holm.

Kringvarpið hevur tosað við øll trý landsstýrisfólkini. Eingin av teimum sigur seg hava givið nakra tilsøgn um, at játtanin til Trongsvágsvegin kundi nýtast aðrastaðni.

Dennis Holm, sum tók við sum landsstýrismaður 22. desember í 2022, sigur, at Landsverk átti at havt fingið tilsøgn frá landsstýrisfólki, áðrenn játtanin varð brúkt aðrastaðni.


Skal brúkast sum játtað er

Á fundi millum Landsverk  og Samferðslumálaráðið 16. mars í 2023, har Dennis Holm eisini er við, greiðir Landsverk millum annað frá, hví játtanin til Trongsvágsvegin at kalla ikki er brúkt í 2022.

Í fundarfrásøgnini stendur, at landsstýrismaðurin legði dent á, at Landsverk eigur at fremja verkætlanirnar, soleiðis sum játtað er.

 

Erhard Joensen, løgtingsmaður.


Skal gera eftir løgtingsins vilja 

Løgtingsfólk halda ikki tað er í lagi, at ein stovnur hjá landinum brúkar pengar, sum eru játtaðir til eitt ávíst øki, til nakað annað.

- Tað líkist ongum, at Landsverk raðfestir øðrvísi enn tað, sum er politiski viljin, segði Erhard Joensen, løgtingsmaður við útvarpið 18. november

 

327.000 til prosjektering og ráðgeving

327.000 krónur av teimum 4 milliónunum, sum vórðu játtaðar til Trongisvágsvegin, eru nýttar til prosjektering og ráðgeving av Trongsvágsvegnum.


Eingin játtan

Landsverk arbeiðir framvegis við eini ætlan at breiðka Trongisvágsvegin. Um verandi vegur skal breiðkast kostar tað umleið 20 milliónir krónur, sigur Landsverk.

Men tað er eingin játtan á Løgtingsins fíggjarlóg til Trongisvágsvegin í løtuni.

Landsverk arbeiðir eisini við einum alternativum møguleika at flyta ferðsluna, so at vegurin fer oman við plantasjuni, og so fylgir hann Stórá, og verður bundin í ítróttarøkið hjá Tvøroyar kommunu. Ein tílík loysn fer uttanum bygt øki, men fer at kosta upp móti 40 milliónir krónur, metir Landsverk.

Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyari, sigur, at Tvøroyar kommuna metir, at tað fer at kosta 8 til 10 milliónir at breiðka vegastrekkið.

Jørgen Niclasen, løgtingsmaður, skýtur upp, at vegastrekkið verður gjørt um til ein sokallaðan innkomuveg, og so játtar landið umleið 10 milliónir krónur til Tvøroyarar kommunu, sum so fær ábyrgd av vegnum.


Lurta eftir innslagi her 

1779430


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 31. desember
PLÁTUPANELIÐ #035 (Árið, ið fer 2025)
202112
Mikudag 31. desember
Morgunlestur mikudagur 31.desember 2025
201927
Týsdag 30. desember
Eitt korter við kórtónleiki
202067
Týsdag 30. desember
Morgunlestur týsdagur 30.desember 2025
201926
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 31. desember
Foytar Greydir nýggjár
201854
Mikudag 31. desember
Christian Matras (2:2) - teknmálstulkað
202105
Týsdag 30. desember
Veðrið
202081
Mánadag 29. desember
Veðrið
202051