Vilja ikki gera viðmerkingar um eykarokningar fyri H-bygningin

Vilja ikki gera viðmerkingar um eykarokningar fyri H-bygningin
Faerport II Konsortium projekteraði og hevði fakliga eftirlitið við arbeiðnum at smíða sjúkrahúsbygningin
Biðið er um 34 milliónir kr. til at umvæla H-bygninginum, hóast bygningurin ikki er liðugur enn.
 
11.12.2025 - 13:18

Tað hevur ikki eydnast Kringvarpinum at fáa Í/F Faerport II Konsortium  at gera viðmerkingar um eykarokningina fyri H-bygningin á Landssjúkrahúsinum.

Síðani týsdagin hevur Kringvarpið roynt at fáa viðmerkingar frá Íognarfelagnum, sum hevur projekterað og hevur havt fakliga eftirlitið við arbeiðnum at smíða H-bygningin.

Biðið er um 33,8 milliónir krónur til at umvæla H-bygningin á Landssjúkrahúsinum. Trupulleikin við bygninginum er, at hann lekur illa, og stórir partar av nýggja bygninginum kunnu ikki brúkast.

Mánakvøldið upplýsti Landsverk fyri Kringvarpinum, at Landsverk ætlar at stevna P/f MT-Højgaard Føroyar, sum hevur smíðað bygningin og lokað hann inni, og Íognarfelagnum Faerport II Konsortium, sum hevur projekterað og havt fakliga eftirlitið.

 

Arbeitt eftir verkætlanini

Stjórin í P/f MT Højgaard Føroyar, Sven Klejs Mortensen, hevur tosað við Kringarpið, og hann hevur víst til óhefta frágreiðing frá juni í ár, har staðfest verður, at byggitilfar, sum hevur verið brúkt, ikki er hóskandi til geografisku staðsetingina.

Hann viðurkennur ikki, at MT Højgaard hevur ábyrgdina fyri, at bygningurin legur, og sigur m.a. at MT Højgaard hevur gjørt arbeiðið fult og heilt eftir fyriliggjandi projektinum ella verkætlanini, og at gjørda arbeiðið hevur verið góðkent so hvørt, sum tað er gjørt.

Hoyr meira her:

 

11122025_H-bygningur


 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. januar
Morgunlestur fríggjadagur 23. januar 2026
202879
Hósdag 22. januar
RagnarRokk 22.januar 2026
201523
Hósdag 22. januar
RagnarRokk: Mads Erlend Ystmark um LÜT
201518
Hósdag 22. januar
RagnarRokk: Rod Usher um Alienated
201517
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839