
Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur

Tað ber ikki til at siga, um føroysku sendistovurnar røkka sínum endamáli, tá endamálið ikki er ítøkiliga ásett.
Tað er niðurstøðan hjá Landsgrannskoðanini, sum eftir áheitan frá Løgtinginum hevur gjøgnumgingið føroysku uttanríkistænastuna, sum nú kostar smáar 47 milliónir krónur um árið.
Tølini gerast munandi størri, tá føroysk embætisfólk verða flutt úr Tinganesi út í stóru verð at gerast sendifólk.
Petur Petersen forvinnur mest
Hægst lønti sendimaður er í Tel Aviv.
Petur Petersen er í eini serstøðu - hann er tænastumaður við 78.000 krónum í mánaðarløn - og harumframt fær hann 41.000 krónur í skattafríari útiviðbót.
Hini sendifólkini fáa góðar 61.000 krónur í løn um mánaðin, umframt eftirløn. Og so fáa tey eina útiviðbót, sum er millum 24.000 krónur og 48.500 krónur skattafrítt um mánaðin.
Oman á lønina koma viðbøtur til at etablera seg á staðnum, til dagligt húsarhald, viðbót til makan og børnini, viðbót til heimferð... Og so ein frí íbúð til sendifólkið at búgva í - har húsaleigan í flestu førum liggur millum 50.000 og 70.000 krónur um mánaðin.
Danska uttanríkisráðið ásetur takstin
Takstirnir fyri viðbøtirnar til føroysku sendifólkini verða ikki ásettir í Føroyum - men í danska uttanríkisráðnum.
Landsgrannskoðanin hevur eisini spurt, um Fíggjarmálaráðið í Føroyum hevur góðkent samsýningarnar til sendifólkini. Men eisini her peikar føroyska uttanríkismálaráðið til Danmarkar. Víst verður til eina avtalu frá 2005, har føroyska uttanríkistænastan bindur seg til at fylgja leistinum hjá danska uttanríkisráðnum.
Talan er um sonevndu "special-attaché-skipanina" hjá danska uttanríkisráðnum. Her er tilskilað, hvussu stórar viðbøturnar eru.
Tilsamans kostaðu tær sjey sendistovurnar - í Keypmannahavn, Reykjavík, Brússel, London, Beijing, Washington og Moskva - góðar 33 milliónir krónur í fjør.
Harumframt koma útreiðslurnar til tann partin av uttanríkismálum, sum er staðsettur í Føroyum - tann sonevnda "heimatænastan" undir uttanríkistænastuni. Hon kostaði 13 milliónir krónur í fjør.
46,4 milliónir
Samlaðu útreiðslurnar til uttanríkistænastuna vóru tí 46,4 milliónir í fjør, staðfestir Landsgrannskoðanin.
Men tað ber tó ikki til at siga, um útreiðslurnar standa mát við tað, sum kemur burturúr.
Landsgrannskoðanin heldur seg ikki kunna svara hesum spurningi. Tí ongar treytir, krøv, avtalur ella ítøkiligar ætlanir frammanundan eru settar til innihaldið í virkseminum.
Tað er - sum Landsgrannskoðanin orðar seg - ein politisk avgerð at hava sendistovur.
Sjálvt metir uttanríkiráðið, at útreiðslurnar standa mát við tað, sum kemur burturúr.
Í svarinum til grannskoðanina sigur aðalráðið tó, at fleiri av uppgávunum krevja ein "leypandi innsats við støði í einum analytiskum grundarlagi og hava ein langskygdan tíðarkarm. Tí er trupult at gera úrslit upp móti útreiðslum."