Lógarbroyting kann gera, at útlendingar fáa minni hug at arbeiða í Føroyum

Lógarbroyting kann gera, at útlendingar fáa minni hug at arbeiða í Føroyum
Føroya arbeiðsgevarafelag sigur, at lógarbroytingin hevur neiliga ávirkan á kappingina hjá føroysku vinnuni við útlandið
 
11.03.2026 - 08:27

Ein lógarbroyting ger, at útlendingar kanska fáa minni hug at arbeiða í Føroyum tíðaravmarkað.

Í altjóða kappingini um fólk hevur lógarbroytingin tí neiliga ávirkan á kappingina hjá føroysku vinnuni við útlandið. 

Hetta er trupulleiki, sum nógvar fyritøkur hava víst á.

Tað sigur Føroya arbeiðsgevarafelag um eina lógarbroyting.

Hon er, at útlendingar í tíðaravmarkaðum starvi ikki longur fáa eftirløn rindaða sum løn. Teir vera ikki frítiknir fyri at rinda eftirløn.

 

Eftirlønin kann ikki roknast sum løn

Men fara fólk av landinum innan 60 mánaðir, kunnu tey fáa samanspardu eftirlønina í einum.

Við broytingini fáa útlendsk starvsfólk nógv minni í løn, tí eftirlønin ikki kann roknast um til løn, sigur arbeiðsgevarafelagið. 

Broytingin kann gera, at útlendingar ikki eins væl sum nú vilja arbeiða í Føroyum, sigur felagið.

Tey, sum longu hava fingið frítøku og fáa eftirlønina sum løn, varðveita tó hendan rætt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329