Iran vísir aftur at hava samband við yvirgangsætlan í Onglandi

Iran vísir aftur at hava samband við yvirgangsætlan í Onglandi
- Hetta er iranofobi, eru boðini frá iransku sendistovuni í London
merikanska flogvápnið brúkar herstøðina, millum annað í atgerðum sínum móti Iran. Tí verður  gitt, um Iran man vera uppi í tí, sum hendi har um vikuskiftið.
Mynd: Toby Shepheard/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
28.09.2026 - 15:01

Iran vísir treytaleyst aftur, at landið skal hava nakað at gera við yvirgangsætlanir móti hernaðarstøðini, yvirgangsroyndina RAF Fairford. 

- Hetta er iranofobi, eru boðini frá iransku sendistovuni í London, sambært Sky News. 

- Iranska sendistovan í London vísir hesum aftur og fordømir harðliga hesar seinastu óndsinnaðu útspillingarnar, ljóðar av sendistovuni.

Amerikanska flogvápnið brúkar herstøðina, millum annað í atgerðum sínum móti Iran. Tí verður  gitt, um Iran man vera uppi í tí, sum hendi har um vikuskiftið.

 

Fimm mans handtiknir

Fimm mans vórðu í gjár handtiknir nærhendis herstøðini, undir illgruna fyri at hava fyrireikað eitt yvirgangsálop.

Allir fimm eru bretskir ríkisborgarar, upplýsir bretska yvirgangsløgreglan.
 
Teir vórðu handtiknir í nærindis hernaðarflogvøllinum RAF Fairford í Gloucestershire í Onglandi. Amerikanska flogvápnið heldur eisini til á flogvøllinum.

 

Avbyrgdu veg

Tað vóru fólk, sum búðu í økinum, sum boðaðu politinum frá, tá ið tey sóu menn við hettum í trimum vøruvognum, sum byrgdu ein veg av. 

Fólk í 85 húsum, sum búgva nærhendis hernaðarflogvøllinum RAF Fairford í Gloucestershire í Onglandi hava fingið boð frá politinum um at flyta burtur fyribils.

Hetta verður gjørt, tí at politiið skal kanna alt økið nærri.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809