Dómur fellur í fýrverksmálinum um eina viku

Dómur fellur í fýrverksmálinum um eina viku
Føroya rættur viðgjørdi málið fyrrapartin
Ákærdi maðurin játtar seg sekan í at hava brotið kunngerðina um fýrverk, men noktar seg sekan í at hava brotið revsilógina. (Savnsmynd)
 
28.09.2026 - 12:52

Talan er um tvær ákærur, onnur fyri brot á kunngerðina um fýrverk og hin fyri brot á grein 252 í revsilógini.

Maðurin játtar seg sekan í at hava brotið kunngerðina, men noktar seg sekan í at hava brotið revsilógina.

Ákæruvaldið krevur fimm mánaða treytaleysa fongsulsrevsing til mannin og krevur eisini, at hald verður lagt á fýrverkið.

Sum grundarlag hevur ákæruvaldið tveir dómar úr Eystara landsrætti, har revsingin varð seks mánaða fongsul.

Verjin førdi hinvegin fram, at maðurin viðgongur seg sekan í at hava brotið kunngerðina, og fyri tað eigur hann at fáa eina bót uppá millum 1.000 og 5.000 krónur. 

 

Fýrverkið vert 200.000 kr.

Viðvíkjandi seinnu ákæruni heldur verjin, at verður hann dømdur sekur, hevði ein treytaður dómur verið hóskandi. Verjin vísti eisini á, at tað hevði havt stórar fíggjarligar avleiðingar fyri tann ákærda, um hald verður lagt á fýrverkið, sum hevur eitt mett virði uppá góðar 200.000 krónur.

Í rættinum í dag greiddi tann ákærdi frá, at hann hevur selt fýrverk, síðani hann var heilt ungur. Í 2006 flutti hann av landinum og var burtur í átta ár, til hann í 2014 flutti heim aftur til Vágs.

Hann greiddi frá, at tá hann flutti heim aftur til Vágs í 2014, setti nýggjársnevndin í bygdini seg í samband við hann um hjálp til innkeyp av fýrverki til nýggjárshaldið í bygdini. Tá hevði hann ikki tøkan kapital at keypa fýrverk heim, men tað hevði hann í 2017, og tá keypti hann fýrverk inn fyri nýggjársnevndina.

 

Nýggjársnevndin gavst at keypa

Men tá hevði nýggjársnevndin longu keypt frá øðrum veitara. Síðani royndi tann ákærdi at selja fýrverkið til onnur fyri sama prís, men sambært honum bleiv nýggjársnevndin ónøgd við tað, og gavst tí heilt at keypa frá sær. Tískil stóð hann eftir við nógvum fýrverki, sum hann ikki slapp av við.

Upprunaliga hevði hann fýrverkið í eini bingju í Hovi, men avgjørdi at flyta tað, tá SEV skuldi byggja eina battarístøð í Hovi.

Hann sigur, at kommunan visti av, at hann hevði nógv fýrverk heima, og at fleiri fólk, harímillum eisini politistar, komu og keyptu frá sær.

 

Løgreglan gjørdi húsarannsókn

Hann sigur eisini, at hann hevði roynt at finna eitt annað stað at goyma fýrverkið, og hevði verið í sambandi við Sumbiar kommunu um hetta, men so kom løgreglan og gjørdi húsarannsókn, og legði hald á fýrverkið.

Ákæruvaldið hevði ein serfrøðing frá Ammunitionsrydningstjenesten sum vitni. Hann vísti millum annað á, at við so nógvum fýrverki er trygdarfrástøðan roknað til 230,29 metrar. Ákærin vísti í hesum sambandi á, at ein barnagarður er bert góðar 100 metrar frá húsunum hjá ákærda.

Dómur verður sagdur í málinum um eina viku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938