- Tíðindi, mentan og ítróttur
Áhugafelagið føroyingar fyri friði søkt um norðurlendskan limaskap
Áhugafelagið føroyingar fyri friði søkt um norðurlendskan limaskap
Hóast bara 19 fólk enn eru limir í Áhugafelagnum føroyingar fyri friði, so ætlar felagið sær at skipa fyri fleiri tiltøkum komandi ár og fáa norðurlendskan limaskap

Henrik Weihe Joensen, stovnari av føroysku friðarrøsluni, á odda fyri friðargongu í summar
Mynd: Marjun Dalsgaard
26.12.2025 - 13:45
Aðalfundurin í Áhugafelagnum føroyingar fyri friði verður í februar.
Tað var samtykt á stovnandi aðalfundinum 5. oktober.
Og friðartiltøk vera eisini næsta ár, sigur Áhugafelagið.
Konsert, ráðstevna og friðargonga hava verið í ár.
Tvey hoyringarskriv og limaskapur
Felagið hevur sent tvey hoyringarskriv til løgtingið og landsstýrið um atgerðir móti Russlandi og Hvítarusslandi og um mannarættindi.
Felagið hevur søkt um limaskap í norðurlendsku friðarrørsluni, Nordisk Fredsalliance.
19 limir eru í Áhugafelagnum føroyingar fyri friði.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV




























