Fjórðingur av veljarunum heldur, at Suðuroyartunnilin skal gerast nú

Fjórðingur av veljarunum heldur, at Suðuroyartunnilin skal gerast nú
23 prosent halda, at tunnilin skal als ikki gerast
Helvtin av teimum spurdu heldur, at Suðuroyartunnilin skal gerast, tá Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin eru sjálvberandi. (Savnsmynd)
 
23.12.2025 - 07:59

Ein fjórðingur av veljarunum -  26 prosent - heldur, at Suðuroyartunnilin skal gerast sum skjótast, meðan knappliga ein fjórðingur - 23 prosent - heldur, at tunnilin als ikki skal gerast.

Tað sæst í veljarakanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Kringvarpið.

Helvtin av teimum spurdu heldur, at Suðuroyartunnilin skal gerast, tá Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin eru sjálvberandi.

 

 

Hetta er nakað broytt síðani seinastu veljarakanning, sum var gjørd 3. novembur. Tá vóru 19 prosent, sum søgdu, at tunnilin skal gerast sum skjótast, meðan 25 prosent søgdu, at hann als ikki skal gerast.

Spyr.fo spurdi fríggjadagin 19. desember 499 fólk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392