Vælferðin í vanda

Vælferðin í vanda
Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, er als ikki samdur við Erling Eidesgaard um blokkin
At strika blokkin kostar vælferð, sigur formaðurin í Sambandsflokkinum.
Mynd: Shutterstock.com  
 
26.12.2025 - 09:42

Hetta kostar vælferð.

Vælferðin skal fíggjast, so siga vit farvæl við hesa góðu milliardina, skal peningur koma aðrastaðni frá.

Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, er als ikki samdur við Erling Eidesgaard í Tjóðveldi um blokkin.

Erling Eidesgaard sigur, at var ríkisveitingin strikað í einum, høvdu vit neyvan merkt meira enn eitt lítið sveiggj í búskapinum.

Men hóast hann nú bara er ein fíggjarligur viðfáningur, so fyllir blokkurin framvegis nógv í politiska kjakinum, sigur Erling Eidesgaard.

Bárður á Steig Nielsen sigur, at skal blokkurin strikast, og nýggj milliard koma í landskassan, skal meirvirðisgjaldið hækka frá 25 prosentum upp í 37,5 prosent. Ella má lønarskatturin hækka 50 prosent.

Blokkurin er 567 mió. kr. í ár.

Hann var størstur í 2001, tá hann var 982 milliónir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576