Nærum hálvtannaðhundrað telva á Eiði

Nærum hálvtannaðhundrað telva á Eiði
Ikki fyrri enn 142 telvarar hava boðað frá luttøku til kappingina, Janus Open, sum verður á Eiði annað árið á rað
 
09.01.2026 - 15:51

Heili 142 telvarar kappast í talvkappingini Janus Open, sum verður á Eiði um vikuskiftið.

Hetta er annað árið, at kappingin er, og luttøkumetið er væl og virðiliga tikið. Í fjør telvaðu 103 í vælumtóktu kappingini.

Telvað verður fríggjadag, leygardag og sunnudag, og átta umfør vera í alt. 

Fýra umfør eru fríggjakvøldið. Tá verður kviktelvað. Tíggju minuttir í part og fimm sekund fyri hvønn fluttan leik. Hini umførini leygardag og sunnudag hava telvarar ein tíma hvør til hvørt talv umframt hálvan minutt fyri hvønn leikin.

Telvarin við hægsta styrkitalinum í kappingini er Høgni Egilstoft Nielsen (2391). Hann og íslendingurin Dagur Ragnarsson, ið hevur næsthægsta styrkitalið, eru teir einastu, ið hava heitið sum altjóða meistarar.

Meginparturin av telvarunum eru føroyingar, men fleiri útlendingar eru eisini við, serliga norðurlendingar, mest íslendingar. Gott og væl tretivu av teimum, sum telva, eru úr lokaløkinum í Norðstreymoy.

Rógvi Egilstoft er høvuðsfyriskipari. Kappingin er til minnis um eiðismannin Janus í Løðuni, ið var ein eldsál í talvumhvørvinum á Eiði og har um vegir, men sum doyði á sumri 2024, 46 ár.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167