Julian rakk ikki metunum

Julian rakk ikki metunum
Julian Gregersen gjørdi eina roynd at røkka rutumetinum og føroyska metinum í 10 kilometrum á vegi, men tað eydnaðist ikki føroya besta langteinarennara til FM í Runavík
Julian Gregersen vann FM í 10 kilometrum í Runavík og við tí vetrarkappingina
Mynd: Frælsur Ítróttur Føroya  
 
22.03.2026 - 16:00

Julian Gregersen vann suverent, tá runnið var um føroyameistaraheitið í 10 kilometrum á vegi í Runavík leygardagin.

Rennarin úr Treysti, sum síðstu tvey árini hevur verið besti føroyski rennarin á langteini, kom á mál meir enn tríggjar minuttir skjótari enn Oliver Granhøj og Torbjørn Hentze, sum stríddust sínámillum um silvurið.

Tískil gjørdist Julian Gregersen FM-vinnari og vinnari av vetrarkappingini hjá FÍF. Har telja fimm tær bestu kappingarnar hjá hvørjum einstøkum rennara, og Julian Gregersen vann allar fimm, sum hann var við í.

 

Rakk ikki metunum

Julian Gregersen var stórfavorittur hjá monnum í Runavík, og tí hevði hann eisini sett sær tvey onnur stór mál. Hann vildi gera eina roynd at taka rutumetið hjá Jacob Ejby Stengaard frá í fjør upp á 31.36 min og føroyska metið hjá Albert Marna Joensen upp á 30.58 min. frá Aarhus í 1994. 

Tað eydnaðist kortini ikki rennaranum úr Klaksvík, sum rann teinin upp á 31.44,7., sum rakk til persónligt met. Sum skilst, var hann darvaður av sjúku í síðstu viku, so tað kann hava seinkað hann nakað.

 

260322_JULIAN_NET

 

 - Fyrsta kilometur rann eg á leið nóg skjót til metið, men allir hinir vóru seinni, staðfesti Julian Gregersen, sum kortini lat væl at og heldur, at hann nærkast tíðini hjá Albert Marna Joensen. 

Julian Gregersen hevði eitt frálíkt ár í 2025, har hann tók fleiri av gomlu føroysku metunum - millum annað 1500m og 5000m á breyt, 5 kilometrar á landavegi og hálvt maraton. Á vegi resta bara 10 km og 15 km í.

SÍ EISINI: Tók eitt met fyri og annað eftir

 

Bjørk vann í nýggju royndini

Bjørk Herup Olsen taldist millum bestu føroysku rennararnar fyrst í 10'unum, og okkurt met, sum havnarkvinnan setti tá, standa enn. Eftir drúgvan steðg hevur hon aftur roynt seg í vetrarkappingini, og tað hevur gingið væl.

Bragdakvinnan staðfesti sín sigur í vetrarkappingini við greiðum FM-sigri í Runavík við tíðini 41.20,2 min. Hon var ein góðan minutt frammanfyri Mariu Chun Nielsdóttir, sum eisini endaði nummar tvey í vetrarkappingini. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. juli
RagnarRokk: J. Asgaard um Hævnen
209128
Sunnudag 26. juli
Søgan um Johnny Cash 4. partur
211306
Sunnudag 26. juli
Tónleikur í 13 øldir (4:10)
210348
Sunnudag 26. juli
Guðstænasta úr Fjósinum á G!
211114
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098

Annað frá KVF