Henning Larsen North Atlantic vann teknikappingina um skúlan á Glyvrum

Henning Larsen North Atlantic vann teknikappingina um skúlan á Glyvrum
Verkætlanin fevnir um aulu, skúlastovur, musikkskúla og hondbóltshøll
Glyvra skúli. Vinnarauppskotið hjá Henning Larsen North Atlantic
 
12.01.2026 - 14:37

Áhugin var sera stórur, tá vinnarauppskotið til verkætlanina við Glyvra skúla varð avdúkað fríggjadagin.

Glyvra skúli, ið er ein sera vakur skúli, sum harumframt er eitt týðandi søguspor, varð teknaður av Niels Paula Hansen á Glyvrum.

Niels Pauli Hansen var útbúgvin byggifrøðingur, virkandi arkitektur, eins og hann sat í kommunu- ella sóknarstýrinum í nógv ár, harav fleiri ár sum formaður. Sethúsini hjá Niels Paula Hansen eru húsini, har ið fornminnisfelagið Forni húsast í dag.

Í hesari nýggju verkætlanini, sum varð avdúkað fríggjadagin, skulu eitt nú skúlastovur, aula og hondbóltshøll byggjast aftrat Glyvra skúla, eins og musikkskúli skal gerast í fjósinum, sum Niels Pauli Hansen bygdi skamt frá skúlanum.

Glyvra skúli, modell av vinnarauppskotinum hjá Henning Larsen North Atlantic við skúlanum, sum Niels Pauli Hansen teknaði á sinni.

 

Fimm teknistovur vóru við í kappingini

Fimm teknistovur vóru við í kappingin, og tær vóru BBP Arkitekter, Henning Larsen North Atlantic, MAP Arkitektar, SNA, og ZETA Arkitektar.

Og fríggjadagin klokkan 17 avdúkaði verkætlanarleiðarin, Sigrid Dalsgaard, vinnaran av arkitektakappingini, ið gjørdist teknistovan Henning Larsen North Atlantic.

Sigrid Dalsgaard, verkætlanarleiðari, og Ósbjørn Jakobsen, arkitektur.

 

Ósbjørn Jakobsen, arkitektur og stjóri á teknistovuni, sigur, at tey hava lagt seg eftir at tekna ein skúla, sum tekur atlit at og virðir verandi Glyvra skúla eins og fjósið, sum verður musikkskúli.

Harumframt hevur teknistovan eisini lagt seg eftir, at teir nýggju bygningarnir ikki tykjast ov stórir, men eru lagaðir til verandi bygningar, landslag og grannalag.

Í hesari frásøgnini tosa vit við Ósbjørn Jakobsen frá Henning Larsen North Atlantic og Sigrid Dalsgaard, verkætlanarleiðara.

Til ber at hoyra frásøgnina her:

 

1787658

 

Uppskotið ha BBP Arkitekter


Uppskotið hjá BBP Arkitekter


Uppskotið hjá SNA


Uppskotið hjá SNA


Uppskotið hjá MAP Arkitektum


Uppskotið hjá MAP Arkitektum


Uppskotið hjá ZETA Arkitektum


Uppskotið hjá ZETA Arkitektum
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161