Føroyar hava annan armin í miðumfarinum

bannari
Føroyar hava annan armin í miðumfarinum
Slovenia var aftanfyri við átta málum ímóti Sveis, men vendi dystinum til 38-35 sigur, og tað merkir, at Føroyar hava annan armin og reiðiliga tað í miðumfarinum
Nikola Portner og hinir úr Sveis vóru frammanfyri við átta málum, men taptu við trimum á Slovenia
Mynd: Filip Viranovski / kolektiff  
 
18.01.2026 - 21:16

Føroyar hava nú annan armin og reiðiliga tað í miðumfarinum av EM-endaspælinum. 

Føroysku menninir vunnu fyrr í dag stórsigur 37-24 á Montenegro, og fyri lítlari løtu síðan var greitt, at Slovenia fór avstað við báðum stigunum í dystinum ímóti Sveis. Eftir at Sveis var frammanfyri við átta málum, endaði alt við, at Slovenia kom afturíaftur og vann 38-35.

Tað merkir, at Slovenia er fremst í bólkinum við 4 stigum, Føroyar eru nummar tvey við trimum, Sveis eru á 3. plássi við einum stigi og Montenegro er aftast við ongum.

Tvey tey fremstu liðini fara víðari til Malmø, og Sveis er sostatt einasta liðið, sum kann fáa Føroyar aftur á stigatalvuni. Innanhýsis dysturin millum Føroyar og Sveis endaði við javnleiki, og tí verður málúrtøkan avgerandi.

Føroyar vunnu sær 13 mál á plusskontuna ímóti Montenegro, meðan Sveis endaði við minus trimum. Sostatt skal Sveis vinna á Montenegro í síðsta umfarinum í bólkaspælinum týsdagin, meðan Føroyar skulu tapa ímóti Slovenia, um tað skal eydnast Sveis at koppa Føroyum. Ikki nóg mikið við tí. Hetta skal vera við tilsamans 16 málum til fyrimunar fyri Sveis.

Ikki heilt óhugsandi, men rættiliga ósannlíkt, sum gongdin hevur verið higartil. Livst so spyrst. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595