Royndartíðin er av: Økistónar verða ein varandi skipan

Royndartíðin er av: Økistónar verða ein varandi skipan
Økistónar, ið skal tryggja støðugt og økismennandi tónleikavirksemi kring landið, verður nú ein varandi skipan. Tónleikasambandið, ið umsitur skipanina, fegnast
Ásgeir Trausti í Listastovuni í Miðvági
Mynd: Jonas Gaardlykke Rossum  
 
22.01.2026 - 22:00

"Økistónar hava gjørt, at tað ber til, at vit í Listastovuni kunnu fyri regluligum konsertum," staðfestir Sølvi Símonarson, sjálvboðin konsertfyriskipari í Listastovuni í Miðvági.

Økistónar er ein skipan, ið bleiv sett í verk í 2025 sum ein royndarskipan, fyri at bøta um livilíkindunum hjá føroyskum spælistøðum, og at tryggja støðugt og økismennandi konsertvirksemi kring alt landið.

Skipanin er fíggjað á tann hátt, at luttakandi kommunur og landið gjalda ein krónum fyri hvønn borgara í skipanina hvønn mánaða.  

Við teimum 22 luttakandi kommununum, so verður samlaða upphæddin í Økistónunum 1.272.000 krónur árliga.

 

200 konsertir í 2025

Økistónar hava í 2025 prógva sítt virðið við áleið 200 konsertum, og nú tískil verður skipanin nú gjørd til ein varandi skipan.

Fyri at hátíðarhalda hetta, so verður ein stutt hugnaløta á Hotel Hilton í morgin, fríggjadagin, klokkan 11.30, har umboð fyri Tónleikasamband Føroyar, ið umsitur Økistónar, sleppur at hitta borgarstjórar í Føroyum, og Herborg Torkilsdóttir framførir nakrar sangir.

"Royndarárið við Økistónum hevur verið sera væleyðnað, og vit fegnast um, at land og kommunur hava valt at savna seg um hesa skipan," sigur Tónleikasamband Føroya. 


Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

 

Nakað tað týdningarmesta

Eisini í Listastovuni fegnast tey um, at Økistónarnir nú verða ein varandi skipan. 

"Tað er gleðiligt, tí Økistónar er nakað av tí týdningarmesta, sum er hent fyri føroyska tónleikapallin," staðfestir Sølvi Símonarson. 

"Skipanin ger tað møguligt, at vit, sum skipa fyri konsertum, nakrar mánaðir fram vita, at vit kunnu fíggja tær konsertir, sum vit seta á skrá. Skipanin tryggjar eisini konsertir við stórum fjølbroytni í útjarðarinum, tí vit eru ikki tengd av at hugsa um atgongumerkjasølu," leggur hann afturat. 

"Men tað sum hevur stóran týdning er at Økistónar ikki kemur ístaðin fyri tann stuðul kommunur lata til mentanarstuðul, men at Økistónar eru eitt ískoyti sum kemur afturat." 

Konsertskráin í Listastovuni í vár er eitt sera gott dømi um, hvørjar møguleikar Økistónarnir hava givið smáu spælistøðunum í útjaðaranum. 


Gevið gætur, at konsertin við Onnu Katrin er útsett til apríl, og so er konsertin við Silvurdrongi 20 mars komin afturat eftir at plakatin bleiv gjørd. Sølvi Símonarson sigur eisini, at møguliga kemur okkurt afturat

 

Í verandi løtu eru 22 kommunur, ið eru partur av Økistónum. Tær eru:

Tórshavnar Kommuna
Klaksvíkar kommuna
Runavíkar kommuna
Eysturkommuna
Vága kommuna
Sunda Kommuna
Tvøroyrar kommuna
Fuglafjarðar kommuna
Nes kommuna
Vágs kommuna
Sjóvar kommuna
Vestmanna kommuna
Sørvágs kommuna
Eiðis kommuna
Kvívíkar kommuna
Sands kommuna
Skopunar kommuna
Hvannasunds kommuna
Viðareiðis kommuna
Skálavíkar kommuna
Kunoyar kommuna
Húsavíkar kommuna

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. mars
Morgunlestur mikudagur 11.mars 2026
205069
Týsdag 10. mars
Góðan morgun Føroyar
205390
Týsdag 10. mars
Morgunlestur týsdagur 10.mars 2026
205385
Mánadag 9. mars
Endiliga rullar bólturin aftur
205339
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337