Dómsvaldið ásetur minni endurgjald fyri ognartøku enn metingarnevndir

Dómsvaldið ásetur minni endurgjald fyri ognartøku enn metingarnevndir
Eirikur í Jákupsstovu hevur svarað fyrispurningi frá Jacobi Vestergaard, løgtingsmanni
Jacob Vestergaard sigur, at tey, sum eiga lendi, mugu ofta fara ta tungu leið gjøgnum rættarskipanina.
 
29.01.2026 - 08:14

Dómsvaldið ásetur ofta nógv minni endurgjald fyri ognartikna jørð, enn metingarnevndir hava ásett.

Landið hevur skyldu til at umsita landsins ognir best møguligt.

Landið kann tí leggja spurningin um endurgjald fyri ognartøku fyri rættin, tekur landið ikki undir við gjørdu metingunum. 

Tað sigur Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður, í svari til Jacob Vestergaard, løgtingsmann.

 

Byrja við samráðingum

Tá lendi skal ognartakast til almannagagnlig endamál, so sum vegir, verður byrjað við samráðingum um endurgjaldið. Bera tær ikki á mál, verður metingarnevnd sett.

Metingin hjá henni kann leggjast fyri yvirmetingarnevnd, sum antin staðfestir metingina ella ger eina nýggja meting. Fæst heldur ikki tá semja, fer málið í rættin.

Og ofta ásetur rætturin nógv minni endurgjald, enn metingarnevndirnar hava ásett. 

Ætlanin er ikki at broyta ella taka av skipanina við metingarnevndum, sigur Eirikur í Jákupsstovu eisini.

 

Noyðast í rættin

Jacob Vestergaard sigur, at tey, sum eiga lendi, mugu ofta fara ta tungu leið gjøgnum rættarskipanina.

Tá eitt aðalráð ikki virðir niðurstøður, gjørdar sambært lóggávu, sum ráðið varðar av, kann spurnartekin setast við, hví lóggávan hevur ásetingar um metingarnevndir, sigur hann.

Les alt svarið her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744