Løtan av gulli

Løtan av gulli
Fríggjakvøldið og leygarkvøldið 6. og 7. februar er “Løtan”, tá Kim Hansen, “Meistarin” innan tónleik, trínur á pall við bólki og Føroya Symfoniorkestri
Mynd: Leivur Thomsen  
 
29.01.2026 - 11:47

“Maria”, “Drongur” og “Fagri flokkur” fara “Upp á gólv” til ein “Kontri og western sang”. Vit gleða okkum til “Tíð, ið koma skal”. “Góða”, náttin er “Ísakøld”, men “Kenslur mínar brenna” og ljósið í stóra sali spælir eins og “Lognbrá”.  
  
Stórslignu konsertirnar við Kim Hansen, bólki, solistum og Føroya Symfoniorkestri verða í stóra sali í Norðurlandahúsinum.

- Konsertin verður av vakrastu og mest rørandi konsertunum, sum kunnu upplivast í Føroyum í ár. Eftir at hava hoyrt útsetingarnar, so vænti eg eina konsert, sum fer beint í hjartað og setir djúp spor eftir seg, sigur Hans Petur í Brekkunum, orkesturstjóri. 
 

Kim Hansen við gestasolistum og symfoniorkestri

Kim er klaverleikari á hægsta stigi, hann er framúr góður sangari, framleiðari, lagskrivari og tónleikin kenna vit øll. Kim hevur 10 tónleikarar við sær á pall. Lena Andersen, M.C. Restorff og Jens Marni Hansen eru gestasolistar. Ímyndið tykkum Kim við bólki og gestum, eitt Steinway flygil og Føroya Symfoniorkestur – tað verður neyvan vakrari. 

Magnus Johannesen hevur útsett tónleikin hjá Kim fyri symfoniorkestur. Eftir sera væleydnað samstarv við Týr, Marius Ziska og Stongum, Guttesen, Ravnsfjall, so er Kim Hansen næst í konsertrøðini, tá Føroya Symfoniorkestur samstarvar tvørtur um tónleikagreinar. 

Nýggi dirigenturin hjá Føroya Symfoniorkestri, Catherine Larsen-Maguire, stjórnar konsertirnar við Kim. 


 

Eitt brak av eini konsert

Hóast konsertin er ein standikonsert, verða stólar eisini settir upp afturi í Klingruni. Sostatt ber til at bíleggja sitipláss við at seta seg í samband við Norðurlandahúsið.  

Konsertin leygarkvøldið 7. februar er útseld, men enn eru nøkur atgongumerki eftir til konsertina fríggjakvøldið 6. februar. Nú er at gleða seg til enn eitt brak av eini tvørtónleikaligari konsert við tónleikalandsliðnum Føroya Symfoniorkestri. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083