Mentanargrunnurin latið starvslønir og íverksetarastuðul

Mentanargrunnurin latið starvslønir og íverksetarastuðul
Tilsamans eru latnar 57 starvslønir, og fýra verkætlanir fáa íverksetarastuðul
Barbara í Gongini, sum er listafólk, fær starvsløn í 12 mánaðir.
 
29.01.2026 - 11:54

Nevndin í Mentanargrunni Landsins hevur gjørt av at lata starvsløn og íverksetanarstuðul til listaligt og mentanarligt arbeiði fyri 2026. 

Barbara í Gongini, sum er listafólk, fær starvsløn í 12 mánaðir, og Anna Katrin Ø. Egilstrøð, tónaskald, og Kim Simonsen, rithøvundur, fáa starvsløn í seks mánaðir, og Ingun Christensen, sum eisini er rithøvundi, fær starsvløn í fýra mánaðir.

Harumframt fingu 57 umsøkjarar starvsløn í ávikavist ein, tveir og tríggjar mánaðir.

 

97 umsóknir

Grunnurin fekk íalt 97 umsóknir, og søkt var um starvsløn fyri slakar 25 milliónir krónur. Av hesum vóru 61 umsóknir játtaðar, og játtaðar vóru 107 mánaðarlønir fyri tilsamans 4,5 milliónir krónur.

Starvslønin verður latin eftir løgtingslóg og kunngerð um Mentanargrunn landsins, og tað er nevndin í grunninum, sum metir um umsóknirnar. Starvslønin svarar til læraralønina á lønarstigi 21, og so vera 15 prosent løgd aftrat í eftirløn.

 

Íverksetanarstuðul

Umframt starvslønina hevur Mentunargrunnurin latið íverksetanarstuðul til fýra listafólk.

Hans Haldór Poulsen, tónleikari, Maibritt Marjunardóttir, listhandverkari, Uni Debess, tónleikari og Theodor Kapnas, ið eisini er tónleikari, hava fingið játtað verkætlanarstuðul uppá 75.000 krónur

Endamálið við íverksetanarstuðuli er at stuðla einstaka skapandi yrkislistafólkinum, serliga ungum listafólki, og stuðulin skal lætta um hjá evnaríkum listafólkum at koma víðari við teirra skapandi listaarbeiði.

19 umsóknir vóru um íverksetanarstuðul.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112