Venjarin hjá Hellas Verona uppsagdur

Venjarin hjá Hellas Verona uppsagdur
Júst sum føroyski landsliðsmiðverjin Andrias Edmundsson er komin til Italia, fyri at skriva undir við Hellas Verona, so er høvuðsvenjarin í felagnum, Paolo Zanetti, uppsagdur
Paolo Zanetti er nú uppsagdur sum venjarin í Hellas Verona FC, ið sær út til at blíva nýggja felagið hjá Andriasi Edmundssyni
Mynd: Shutterstock.com  
 
02.02.2026 - 12:05

Um Hellas Verona FC verður nýggja felagið hjá føroyska landsliðsmiðverjanum Andriasi Edmundssyni, so byrjar hann við at fáa nýggjan venjara. 

Hellas Verona hevur í morgun kunngjørt, at høvuðsvenjarin seinasta hálvtannað árið, Paolo Zanetti, er uppsagdur. 

"Vit í gulum og bláum ynskja at takka Zanetti og hansara fólk fyri arbeiðið, ið tey hava lagt í felagið seinastu hálvtannað árið, og vit ynskja teimum alt tað besta á yrkisleið teirra. 

Venjingin í dag, ið møguliga er fyrsti dagurin hjá Andriasi Edmundssyni í Hellas Verona, tekur Paolo Sammarco, ið er ungdómsvenjari í felagnum, sær av, skrivar Hellas Verona á heimasíðuni. 

Tað er eingin loyna, at tað ikki hevur gingið eftir vild hjá Hellas Verona FC hetta kappingarárið. Felagið liggur á aftast í Seria A við 14 stigum eftir 23 dystir. 

Tað eru fýra stig upp til niðurflytingarstrikuna, og seinastu átta dystirnir hava einans givið tvey stig fyri tveir javnleikir, harav ein var móti meistarunum úr Napoli. 

STØÐAN Í SERIA A SÆST HER.


Andrias Edmundsson í eyðkendum stíli móti Kekkia á Tórsvøllin (Mynd: Hans Erik Danielsen / FSF)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742