- Tíðindi, mentan og ítróttur
Politiið avhoyrt allar politikararnar, sum meldaðu um hóttan
Politiið avhoyrt allar politikararnar, sum meldaðu um hóttan
Hetta eru løgtingsfólk, sum atkvøddu fyri broytingini í fosturtøkulógini

Fosturtøkulógin var samtykt við teprum meiriluta. Eftir at lógin var samtykt, boðaðu tingfólk frá, at tey vóru hótt á sosialum miðlum, ella við sms-boðum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
03.02.2026 - 08:06
Politiið hevur nú avhoyrt allar 14 politikarar, sum meldaðu, at tey vóru hótt á sosialum miðlum, ella við sms-boðum.
Hetta eru løgtingsfólk, sum atkvøddu fyri broytingini í fosturtøkulógini, tað er fyri fríari fosturtøku.
Nú verður ein løgfrøðilig greining gjørd um málið, sigur Jógvan Páll Joensen, varaløgregluovasti.
Løgfrøðiliga greiningin skal avgera, um farast skal víðari við málinum.
Tað var fyrst í desember í fjør, at tingfólk boðaðu frá, at tey vóru hótt á sosialum miðlum, ella við sms-boðum.
Politiið sigur seg hava eina slóð at elta fyri at finna, hvaðan hóttanirnar komu.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV



























