- Tíðindi, mentan og ítróttur
Rutte: Russland vísir vantandi vilja til frið

At Russland heldur fram at leypa á Ukraina vísir vantandi russiska viljan til frið.
Tað segði Nato-aðalskrivarin, Mark Rutte, tá hann hitti ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj, í høvuðsstaðnum Kyiv í dag.
Rutte vitjar Ukraina samstundis sum Russland í nátt framdi álop á fleiri ukrainskar býir og orkuverk. Sambært The Kyiv Independent vóru í minsta lagi níggju fólk særd.
Avgerandi fyri trygdina
Nato-aðalskrivarin segði í røðu fyri ukrainska tinginum, at stuðulin frá teimum sameindu til Ukraina er ikki at vika.
- Ukraina er og verður framvegis avgerandi fyri okkara trygd, segði Mark Rutte.
Almenna russiska tíðindastovan Tass skrivar, at álopini í nátt vóru hevnd fyri ukrainsk álop á Russland seinastu tíðina.
Friðarsamráðingar í morgin
Friðarsamráðingarnar um Ukraina millum USA, Russland og Ukraina verða tiknar uppaftur í morgin í Abu Dhabi, skriva ukrainskir og russiskir miðlar.
- Vit fara at halda fram at økja trýstið á Russland og at halda at veita Ukraina stuðul, segði Mark Rutte.

























