India hevur eisini gjørt handilsavtalu við USA

India hevur eisini gjørt handilsavtalu við USA
Donald Trump, forseti, sigur, at India hevur lovað at gevast at keypa russiska olju, og í staðin keypa amerikanska og kanska eisini venesuelanska olju
Donald Trump, forseti, sigur, at USA og India hava gjørt handilsavtalu, og samstundis verður revsitollurin lækkaður.
Mynd: Jonathan Ernst/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
03.02.2026 - 15:39

Fyri kortum var tað ES, sum India gjørdi handilsavtalu við, men nú hevur India eisini gjørt handilsavtalu við USA.

Tað skrivaði Donald Trump, forseti, á sínum egna sosiala miðli í gjárkvøldið.

Donald Trump skrivar, at , forsætisráðharri í India, hevur góðtikið at gevast við at keypa russiska olju. Í staðin skal hann keypa amerikanska og kanska eisini

- Tað fer at hjálpa væl í royndunum at steðga krígnum í Ukraina, har fólk í túsundatali doyggja hvørja einastu viku, skrivar Donald Trump í uppslagnum.

 


Narendra Modi.

 

Keypir fleiri amerikanskar vørur

Trump skrivar eisini, at India hevur góðtikið at keypa nógv fleiri amerikanskar vørur. Tí verður amerikanski revsitollurin á indiskar vørur lækkaður úr 25 prosentum niður í 18 prosent.

Indiski forsætisráðharrin hevur á X váttað avtaluna, og hann fegnast um, at revsitollurin er lækkaður.

- Vegna tær 1,4 milliardir fólkini í India takki eg Trump, forseta, fyri hesi sera góðu boðini, skrivar Narendra Modi á X.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493