KAF er ikki við í semjuni um lønarkarmin

KAF er ikki við í semjuni um lønarkarmin
Per Martin Gregersen, formaður í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum váttar tíðindini, men hevur ikki fleiri viðmerkingar í løtuni
Per Martin Gregersen er formaður í Kommunala arbeiðsgevarafelagnum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
05.02.2026 - 14:46

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið verður ikki partur av lønarkarminum, sum 12 fakfeløg á almenna arbeiðsmarknaðinum og Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum fara at undirskriva nú um hálvan tíma, klokkan hálgun fýra, í Tinganesi.

Vit nevndu í tíðindunum á døgurða, at eftir ætlan skuldi Kommunala Arbeiðsgevarafelagið vera við í avtaluni og skriva undir, men nú váttar Per Martin Gregersen, formaður, at Kommunala arbeiðsgevarafelagið verður ikki við.

Hann vil ikki enn gera viðmerking til, hví Kommunala Arbeiðsgevarafelagið ikki er við.

 

Hava samráðst síðani desember

Ein serfrøðingabólkur gjørdi grundarlagið undir samráðingunum um lønarkarmin, og partarnir hava samráðst síðani tíðliga í desember í fjør.

Tey 12 fakfeløgini eru Starvsfelagið, Akademikarafelagið, Búskapar-  og løgfrøðingafelagið, Yrkisfelagið, Kost- og føðslufelagið, Farmakonomfelagið, Yngri læknar, Ljóðsmøðrafelagið, Fysioterapeutfelagið, Pharmadanmark, Heilsurøktarafelagið og Føroya tekniska lærarafelag.

Lønardeildin hevur sáttmálar við 30 fakfeløg.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650