Beinir í løtuni: Tá tú velur tað ljósareyða – og alt hitt við 

Beinir í løtuni: Tá tú velur tað ljósareyða – og alt hitt við 
Millum gróður og greinar syngur Beinir komandi staklagið "Roses", ið er skrivaður út frá teimum stóru kenslunum, ið koma og kunnu fylla nógv, tá ið ein skal giftast
Mynd: Úr "Í løtuni"  
 
10.02.2026 - 16:00

Um vikuskiftið spældi Beinir konsert í Listastovuni í Miðvági og framførdi eisini til ársins Ítróttafagnað í Varpinum.

Við gittara í hond sang hann inniligt og rørandi komandi staklag sítt, sum fangaði bæði áhoyrarar á staðnum og tey heima í stovunum. 

Undan konsertunum var Beinir boðin at spæla við í verkætlanini ‘Í løtuni’, har tónleikarar framføra rátt og óprýtt.


Elin Dagbjartsdóttir Neshamar er stigtakari og framleiðari av "Í løtuni" (Mynd: Kristina Sundstein Borgarlíð) 

 

LES MEIRA UM VERKÆTLANINA: Kringvarpið ger sermerktar tónleikaupptøkur á G! 

 

Seinastu árini hevur Beinir veruliga gjørt vart við seg bæði í Føroyum og í Danmark.

Útgávan "Greener" fekk góða móttøku, og á FMA í fjør vann hann tvær virðislønir: Ársins lag við "Romeo" og áhoyraravirðislønina.

Beinir hevur eisini spælt á stórum pallum og sungið í donskum sjónvarpi, eitt nú í Vild Med Dans og á Store Juleshow hjá DR. 

 
Tá kirkjuklokkur ringja 

Tá ið næsta stigið á kærleikans leið skal takast, er tað einki óvanligt í, at nógvar kenslur eru til staðar í kroppinum á einum.

Tað er júst hetta, sum komandi staklagið hjá Beini fevnir um.

Sangurin er skrivaður út frá teimum tungu kenslunum, ið koma og kunnu fylla nógv, tá ið ein skal giftast. 

Hóast evnið í sanginum er dapurt, er veruleikin ein annar í lívinum hjá Beini, sum fortelur, at unnustan og hann skulu giftast næsta ár.  

“Roses” er ikki ein nýskrivaður sangur. Tað eru tvey ár síðani, at Beinir skrivaði lagið. Hann greiðir frá, hvussu baksíðan av einari so stórari avgerð kann fylla nógv. Um at vera bangin fyri at skuffa hana, tú elskar, og hvussu tú velur tað ljósareyða saman við teimum torføru tíðunum. 

Tað er eisini eitt slag av ótta, sum verður lýst í sanginum, tí tú ikki longur bert skal taka ábyrgd fyri tær sjálvum, men fyri einum øðrum, greiðir Beinir frá. 

 

Romantikari

Beinir er ein tiltikin romantikari og leggur ikki fingrarnar ímillum, tá ið hann syngur um kenslur. Tað hevur tó ikki altíð verið so, men hann er broyttur við árunum. 

"Tá ið eg var yngri, helt eg, at eg skuldi vera meira rock and roll og ikki ein ”fløda-fýrur”. Men um tað er tað, sum rørir meg, so…", sigur Beinir við einum brosi og greiðir frá,

Beinir ásannar eisini, at hann hevur ein veikleika fyri evnum, sum eru torfør at tosa um, tí við øllum tí góða koma eisini avbjóðingar.

"Tú velur ikki bara tað ljósareyða. Tú velur eisini at vera verandi ígjøgnum tær hørðu tíðirnar."

 

Beinir hevur funnið sína hill í tónleikinum 

Beinir hevur ætlanir um at geva fleiri løg út á eini komandi EP, sum verður meira innilig enn tað, hann hevur givið út áður.

Hann vónar, at onnur kunnu kenna seg aftur í hesum stóru kenslunum og meinar, at kærleikin rørir okkum øll. Tað er eisini her, hann kennir seg aftur og trívist væl í tí romantiska krókinum. 

"Tað er har, eg trívist best og har, eg fái varpað mínar kenslur best."  

Beinir er ikki einsamallur um at trívast væl í hesi tónleikagrein.

Hann er eisini partur av folk-/poppbólkinum Tøgn saman við Bárði Petersen og Jónasi Gaard, sum komu við sínum fyrsta staklagi "Kamarið" í fjør. 

"Eg vil ikki kalla okkum ‘soft boys’, men vit eru í øllum førum sentimentalir," sigur Beinir og letur upp fyri, at fleiri útgávur eru á veg við Tøgn.

 

LES EISINI: Nýggi føroyski superbólkurin Tøgn brýtur tøgnina 

 

Best at spæla fyri fólki

"Í løtuni" framførir Beinir einsamallur við gittaranum í einum friðarligum umhvørvi. Tað er stórur munur á at spæla á stórum palli og at standa púra einsamallur millum blómur og runnar.

Hann sigur, at tað hevur hvør sína sjarmu, alt eftir hvørjum umstøðum hann spælir í.

"Tað er tó ein minst líka sterk kensla at koma inn í eitt lítið rúm og spæla eina persónliga konsert við gittaranum sum at standa á einum stórum palli. Tað er bara heilt hvør sítt," greiðir Beinir frá.  

Tó viðgongur Beinir, at tað er ein avbjóðing at spæla púra einsamallur fyri einum kamerafólki, tí hann trívist best at framføra fyri áskoðarum.

Hann sigur, at tær bestu løturnar á pallinum eru, tá hann veruliga merkir áskoðararnar, og teir merkja hann.  

"Tað er meira avbjóðandi at spæla soleiðis, tí mær dámar væl at hava áskoðarar, so eg má bara spæla fyri kamerafólkunum, og so kann eg eisini ímynda mær, at her eru fólk, sum hyggja at upptøkuni aftaná," sigur hann við einum brosi.  

 

Sí upptøkuna hjá Beini "Í løtuni" her: 

MIL03441_Beinir

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 10. februar
Veðrið
204022
Týsdag 10. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
203976
Mánadag 9. februar
Veðrið
203957
Sunnudag 8. februar
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
203896
Sunnudag 8. februar
Ítróttarfagnaðurin 2025
203885