Fimm skúlar hava fleiri næmingar enn lógin sigur

Fimm skúlar hava fleiri næmingar enn lógin sigur
Tveir flokkar við 23 næmingum eru í Eysturskúlanum, tveir við 24 næmingum í Sankta Frants skúla, og ein flokkur við 23 næmingum verða í skúlanum á Argjahamri
Í Sankta Frants skúla verða tveir fyrstuflokkar við 24 næmingum næsta skúlaár.
 
13.02.2026 - 08:04

Í fimm fyrstuflokkum í Havn og á Argjum eru fleiri enn lógarásettu 22 børnini næsta skúlaár.

Tveir flokkar við 23 næmingum eru í Eysturskúlanum, tveir við 24 næmingum í Sankta Frants skúla, og ein flokkur við 23 næmingum er í skúlanum á Argjahamri. 

Tað skrivar Skúlablaðið, og hevur fyribilstøl hjá Undirvísingarstýrinum fyri skúlaárið 2026-27 sum keldu.

Løgtingið hevur annars samtykt, at í mesta lagi 22 næmingar mugu vera í hvørjum fyrsta flokki í fólkaskúlanum.

Í øðrum flokki eru fleiri enn 22 næmingar í níggju flokkum í Havn og á Argjum næsta skúlaár, skrivar Skúlablaðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. februar
Úr Sjarpholinum til Bangkok (3:5)
204317
Mikudag 18. februar
Úr Sjarpholinum til Bangkok (2:5)
204303
Mikudag 18. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204387
Týsdag 17. februar
Veðrið
204365
Týsdag 17. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204343