HOYDALAR: Eivør hevur eyðsæddan X-faktor

bannari
HOYDALAR: Eivør hevur eyðsæddan X-faktor
Triðja stjørnan í Hoydalar-røðini er Eivør. Óneyðugt er at siga eftirnavnið, tí øll kenna vit Eivør, ið ómakaleys reikar heimkunnug í poppi, rokki, fólkatónleiki og øðrum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
19.02.2026 - 08:00

Øll kenna vit Eivør.

Hon man vera hin víðgitnasta av øllum føroyskum sangarum. Og tað er fyrst og fremst sum sangari, at hon er vorðin kend og væl umtókt.

Fáur - um nakar - kann sum hon trøllabinda áhoyraran við sínum sangi. Víða raddarspennið og ljómfyllan í klanginum er ikki sum hjá øðrum.

Sangtekniskt er Eivør í serflokki. Hon tekur spælandi tað høga C-ið, reint og ljómandi, men so hevur hon eisini onnur litbrigdi í vokalinum, sum tala til tað inniliga og kensluliga.

Ómakaleys reikar hon heimkunnug í øllum handans tónlistagreinum. Poppi, rokki, vísu- og fólkatónleiki, jazzi, og øðrum síðugreinum, ið skyldar eru við meginsjangrurnar.

Seinnu árini hevur hon eisini flutt seg yvir í meira visuellan, dramatiskan filmstónleik, og lutvíst eisini klassiska tónlist.  

Soleiðis verður Eivør kunngjørt í triðja parti av Hoydølum:

eivor_portraet

 

Eitt menjarsprund

Á palli er hon menjarsprundið, ið geislar standa frá. Hon gandar við søgum, framførslan er ofta dramatisk, og klædnabúnin egin.

Hon hevur frá yngri árum verið hugtikin av fornari heimstaðarmentan í tónlist, føroyskum skjaldrum, Kingosálmasangi og kvæðunum. Viðhvørt er hon mest átøk huldugetuni, tá ið hon berføtt syngur um galdramannin, og dukar á keltisku Bodhrán-trummuna, ella leikar á kalimba-ljómkassa, ið røtur hevur í afrikanskum tónleiki.

Eivør kundi ivaleyst farið við meginstreyminum og lagt seg eftir at sungið tað, sum poppstjørnur syngja, og soleiðis verið vorðin víðakend, men hennara listaligi integritetur er so rótfestur, at hon hevði valla dugað ella tíansheldur brýggjað seg um at skula givið seg undir spælireglurnar í tí beinharða, kommersiella tónleikaídnaðinum. Tá hevði hin frælsi fuglurin við tí sveimandi flognum mestur kent seg skerdan og fjaðursáran í búri.


Eivør framførir á G! festivalinum í 2003 (úr sending um G! festivalin í 2003)

 

Vakti føroyingar

Eivør búnaðist í tí gróðrarríka tónleikaumhvørvinum kring Losjuna í Gøtu árini um aldamótið.

Hon var bara 17 ár, tá hon sum oddakvinna í bólkinum Clickhaze vann Prix Føroyar-sangkappingina. Tað leygarkvøldið í Norðurlandahúsinum vakti hon føroyingar. Hetta var okkurt nýtt. Vit sóu bæði álvagentuna og eldgosið. Nornan hevði spunnið lagnutráðin.

Sjón fekst fyri søgn í fyrstu eginútgávuni, sum kom um somu tíð. Eivør hevur sjálv sagt:

"Eg veit ikki, hví eg á kápumyndini læt meg avmyndað í føroyskum klæðum inni í Blásastovu í Norðragøtu, og ikki sum eina popptøs sum Britney Spears. Men eg kendi á mær eina brennandi tráan at fáa samband við røturnar, og soleiðis mennast listaliga."


Mynd av Eivør sum smágenta (úr "Hoydalar")

 

Ábæran X-faktor

Eivør er ikki bara sangari - hon er eisini sangskrivari. Tónaskald. Hon ger sínar egnu sangir, løgini evnar hon sjálv til, sangtekstirnar skrivar hon eisini, ikki allar, men nógvar. Soleiðis helvt um helvt á føroyskum og enskum.

Eivør tykist tilvitað um, at stimbrandi samvirkan við tey, ið kunnu veita henni nýggjan íblástur, er neyðug. Yrkjarin Marjun Syderbø Kjelnæs, og maðurin Tróndur Bogason, sum er konservatoriuútbúgvin innan tónlist, og ofta er hann, ið byggir upp ta spennandi ljóðmyndina, eru dømi um tvey, sum hava fínkað og góðskað tað, sum Eivør sjálv skapar.

Hóast Eivør við sínum fjølbroytta úttrykki og dramatisku framførslum ofta førkar seg yvir í okkurt progressivt og eksperimenterandi, og tí kanska liggur meira í kulturinum enn poppinum, sum Óli Poulsen einaferð tók til, so hava sangir hennara yvirhøvur so ábæran X-faktor, at teir eru atkomiligir hjá flest øllum. Hon dugir kynstrið at skriva dárandi og hugtakandi løg, tey flestu gandar hon fram við sínum akustiska gittarspæli.

 

Støðugt á flogi

Eivør hevur bæði útsýni og innsýni. Útlongsul og heimtráan. Innan í henni ganga fortíð, nútíð og framtíð saman. Listaliga forvitnið fær hana at slota í allar ættir og toyggja mørkini.

Eivør er støðugt á flogi. Listaliga kallið beyð henni tíðliga at spenna veingjabreiðið og sveima yvir vøtnini. Norðurlond tóku hana til sín, og øvugt. Eivør hevur sungið á bæði íslendskum og svenskum, boð hava eisini verið eftir henni í Danmark og Noregi.

Og úr øllum heiminum við. Einki føroyskt tónlistafólk hevur reikað so víða sum hon. Á hvørjum ári er hon á drúgvum konsertferðum í Evropa.


Eivør framførir á enska festivalinum The Great Escape (Mynd: Gwenaël Akira Helmsdal Carré)

 

Fagnað í Norðurlondum

Eivør hevur latið frá sær í alt tíggju eginútgávur, harumframt er hon uppi í so mongum verkætlanum og framførslum saman við øðrum.

Hon er fagnað og heiðrað, ikki bara í Føroyum, men eisini í Íslandi og Danmark, og í 2021 var hon heiðrað við tónlistavirðisløn Norðurlandaráðsins.

Songfugurin úr Syðrugøtu, sum nú er vorðin 42 ár, tykist hava vunnið eina serstøðu millum føroysk tónlistafólk. Eiør er tann, sum spírarnir í Hoydølum í bivandi ærufrykt serliga gleða seg at hitta.

 

Hvat: Hoydalar
Hvar: Í sjónvarpinum og á KVF Sjón
Nær: Hóskvøld kl. 19.30, og tá tað passar tær á KVF Sjón

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. februar
Brellbiti: Hoydalar
204388
Hósdag 19. februar
Hoydalar: Eivør Pálsdóttir
204418
Hósdag 19. februar
Veðrið
204493
Hósdag 19. februar
Jóhanna: Mín moður
204500
Hósdag 19. februar
Filip: Elisabet og Elinborg
204498