Frá 60'ara fólkaskúla til nútímans universitet

Frá 60'ara fólkaskúla til nútímans universitet
Fyrsta byggistig at umvæla og útbyggja gamla Venjingarskúlan verður eftir ætlan boðið út seinni í ár, sigur Bárður í Baianstovu, arkitektur hjá Landsverki
 
13.02.2026 - 10:50

 Í oktober 2024 vunnu SNA arkitektar uppskotið til heildarætlan fyri høvuðsumvæling og -útbygging av gamla Venjingarskúlanum á Frælsinum í Havn.

Í kampusverkætlanini frá 2018 fyri eitt nútímans, savnað Fróðskaparsetur varð skotið upp at taka gamla Venjingarskúlan niður, men síðan er støða tikin til, at skúlin frá 1967 skal varðveitast, eins og gamli Kommunuskúlin/Finsen, sum SNA eisini var við til at gera.

-  Kanningar hava síðan víst, at bygningurin er væl gjørdur og kann setast í stand aftur. Í dag verður størri dentur eisini lagdur á burðardyggleika, og tað er skynsamari og bíligari at varðveita enn at ríva niður og koyra í skrell, sigur Bárður í Baianstovu, arkitektur hjá Landsverki. 

 

Høvuðsstruktururin á verandi Venjingarskúlanum verður varðveittur og útbygdur. Inni verður dentur lagdur á "heitari" tilfar. 

 

Ikki bert umvælast men transformerast

J. P. Gregoriussen teknaði Venjingarskúlan í 1967 í samstarvi við donsku Stærmose arkitektar, men hann er ikki viðlíkahildin nóg væl gjøgnum árini og tí í ringum standi.

Fyri at Fróðskaparsetur Føroya skal kunna brúka gamla skúlabygningin til universitetsvirksemi krevst, at hann verður umvældur og útbygdur. Hann skal altso ikki bert setast í stand, men endurnýggjast og broytast.

- Eitt nú skal byggjast nýtt millum tær sjey verandi lonirnar, høvuðsinngongdin skal flytast, ein nýggj rørsluhøll skal byggjast tætt við auluna, og nógv skal gerast við útiøkini, sum skulu vera savningarøkir, ið geva íblástur til læring og hugsavnan, sigur Inga Katrin Winther Næs.

Um- og útbyggingin av Frælsinum 20 er partur av stóru kampusverkætlanini, sum eisini fevnir um bygningar á Debesartrøð og ein nýggjan felagsbygning í Nóatúni. Eitt stórt nýtt torg skal knýta Venjingarskúlan og felagsbygningin saman.

 

SNA leggur stóran dent á útiøkini millum lonirnar.

 

Góðar royndir frá umvælingini av lon fimm

Høvuðstrupulleikin við Venjingarskúlanum hevur verið standurin. Lekar, soppur og inniluft og -umhvørvi hava gjørt, at bygningarnir ikki kundu brúkast sum skúli. Tí fekk Landsverk játtan til at gera eina "royndarumvæling" av lon fimm í samstarvi við Brim arkitektar. 

Hetta arbeiðið hevur givið góðar royndir til um- og útbyggingina av restini av Frælsinum 20, sigur Bárður í Baianstovu. Við eini høvuðsumvæling, ið lýkur øll nútímans krøv til eitt nú tilfar, bjálving og ventialtión, ber til at brúka bygningin til skúlavirksemi aftur, sigur Bárður. 

 

Vænta at arbeiðið fer at taka 8-10 ár

Løgtingið samtykti í november í mesta lagi 14,5 millióir krónur til at prosjektera næsta byggistig av um- og útbyggingini, og síðani hava SNA arkitektar arbeitt við at gera byggiskrá og skipanaruppskot. Eftir ætlan skal abeiðið bjóðast út seint í ár, sigur Bárður í Baianstovu. Tá verður farið undir fyrsta byggistig, sum er at umvæla- og útbyggja tríggjar lonir, sum venda ímóti Stórheyggi. Eftir ætlan skal arbeiðið gerast í trimum stigum og fer at taka 8-10 ár. 

- Vit kunnu ikki fara í gongd við alt í senn, tí tað fer at kosta ov nógv av samlaðu fíggjarkørmunum hjá landinum, og tí verður út- og umbyggingin í trimum stigum, sigur Bárður. 

 

Kostnaðurin greiður, tá arbeiðið er boðið út

Bárður í Baianstovu fær ikki mett um kostaðin av stóru verkætlanini enn:

- Skipanaruppskotið er gjørt, og vit hava eina hilling á, hvat skal gerast. Men vit vita ikki neyvt, hvat verkætlanin fer at kosta, fyrr enn arbeiðið er boðið út. Vit gera helst kostnaðarmetingar áðrenn tað, men marknaðarprísirnir bestemma, sigur Bárður í Baianstovu.

Hann væntar, at tað er realistiskt at fáa fígging til verkætlanina, hóast sera nógvar stórar byggiverkætlanir eru í gongd. Tí tørvurin er stórur:

- Eg vænti, at fígging verður játtað, tí tørvurin og ágóðin er so stórur. Vit hava eina stóra fráflyting og noyðast at menna samfelagið, og tað er onki at ivast í, at Setrið er ein stórur partur av tí menningini, sigur Bárður í Baianstovu.  

 

Lurta eftir samrøðuni við Bárð í Baianstovu, arkitekt hjá Landsverki, og Ingu Katrini Winther Næs, arkitektur og kreativur leiðari hjá SNA:

 

1794591

 

Hvat: Kultura
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Mikudagar kl. 17.05 í útvarpinum, og tá tað passar tær á KVF Ljóð

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. februar
TEMAPLÁTAN: 'Blackout', Scorpions, 1982
204218
Leygardag 14. februar
Jambalaja - 140226
204234
Leygardag 14. februar
Upp á tá - 130226
204232
Leygardag 14. februar
Vikugesturin: Tann kensluborni trubadururin
204228
Leygardag 14. februar
Vikan 14. februar 2026
204225
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 14. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204223
Fríggjadag 13. februar
Veðrið
204205
Fríggjadag 13. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204178
Hósdag 12. februar
Hoydalar: Eyðun Nolsøe
204061
Hósdag 12. februar
Anna Lovisa: Hvitar flykrur
204114