Melodi Grand Prix: Sissal er favorittur, men...

Melodi Grand Prix: Sissal er favorittur, men...
Kappingin verður hørð, tá Sissal í kvøld klokkan 19 skal royna at endurvinna danska Melodi Grand Prix og harvið enn einaferð tryggja sær luttøku í Eurovision Song Contest
Mynd: DR.dk  
 
14.02.2026 - 13:00

Kringvarpið vísir Melodi Grand Prix í kvøld klokkan 19, tá Sissal enn einaferð fer at royna at vinna sær luttøku í Eurovision Song Contest við at vinna danska Melodi Grand Prix við sanginum "Infinity".

Átta luttakarar fara á pallin í Arena Nord í Frederikshavn. 

LES EISINI: Kringvarpið vísir Melodi Grand Prix

Veddingarfyritøkurnar hava Sissal sum stórfavoritt at vinna, og tað er kanska ikki so undarligt. Sangurin "Infinity" er sterkasti sangurin, sum er við í kappingini. 

Um fólk halda, at hann líkist sanginum "Tattoo", ið svenska Loreen vann Eurovision-sangkappingina við í 2023, so er tað ikki so undarligt. Ein av sangskrivarunum, Jimmy Thörnfeldt, gongur aftur í báðum sangunum. 

 

Kappingin harðari enn í fjør

Hóast "Infinity" er tann best sangurin, sum verður framførdur í Melodi Grand Prix-kappingini í kvøld, er harvið ikki sagt, at Sissal fer at vinna.

Kappingin í ár er harðari enn í fjør, og hon kemur serliga frá Ericku Jane við sanginum "Death Of Me"

Ein annar kappingarneyti er Søren Torpegaard Lund við sanginum "Før vi går hjem"

Og ein sonevndur Dark Horse er songkvinnan Myrkur við sanginum "Touch My Love and Die". Fólk, sum lurtar eftir tungmálstónleiki, kenna væl. Hon hevur framført á Copenhell, Roskilde Festival og øðrum kendum festivalum.

Myrkur, ið eitur Amalie Brun, hevur eisini verið gestur hjá Ragnari A. Jacobsen í tungmálssendingini RagnarRokk í útvarpinum

 

LES & HOYR EISINI: Sissal er klár til leygarkvøldið

 

Fyrimunur ella vansi?

Spurningurin er, um tað er ein fyrimunur ella vansi, at Sissal luttók og vann Melodi Grand Prix í fjør? 

Kanska er tað ein fyrimunur, at hon kennir mannagongdirnar og hevur staðið á pallinum áður. Men kanska er tað ein vansi, at fólk kenna hana og heldur ynskja sær okkurt øðrvísi, og tí atkvøða upp á onkran annan. 

Givið er tað, at tað er bara hent einaferð áður, at tað hevur verið sami vinnari ár um ár í Melodi Grand Prix. Tað var í 1984 og 1985, tá Kirsten og Søren vunnu Melodi Grand Prix ár um ár við sangunum "Det' lige det" og "Sku' du spørg' fra no'en?". Báðar sangirnar høvdu Søren Bundgaard og Keld Heick skrivað. 

Tað hoyrir eisini við til søguna, at Kirsten og Søren vunnu Melodi Grand Prix eina triðju ferð í 1988 við somu uppskrift og sanginum "Ka' du se hva' jeg sa'?".

 

Als ikki vís í at vinna

Veddingarfyritøkurnar eru ikki í iva um, at Sissal er favorittur. Inni á stóru Eurovision-fjepparasíðuni Eurovisionworld.com kanst tú eisini síggja, at Sissal er favorittur millum tey, ið hava brúka síðuna. 

Føroyingar kunnu eisini atkvøða, og hvussu tú gert tað, kanst tú lesa alt um HER.

 

Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen er sjálv bæði spent og nervøs til í kvøld, hóast hon eisini luttók í fjør. 

"Eg havi eina kenslu av, at tað stendur nógv upp á spæl, og eg havi als ikki eina kenslu av, at eg fari at vinna. Tað hevði eg eitt sindur í fjør, men kappingini er nógv harðari í ár. Sangirnir eru betri, og pallsetingarnar flottari," segði Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen við Sigruna Brend í útvarpstíðindunum. 

1795020

 

LES & HOYR EISINI: Stórt apparat fer í gongd

 


Mynd: DR.dk

 

Her eru tey átta, sum kappast í Dansk Melodi Stórkappingini 2026:

Emil Otto: "Copenhagen Noir"

Ericka Jane: "Death of Me"

Lasse Skriver: "Roaring Heart"

Late Runner: "Can U Feel It?"

Myrkur: "Touch My Love and Die"

Sander Sanchez: "Two Spirits"

Sissal: "Infinity"

Søren Torpegaard Lund: "Før vi går hjem"

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 1:3
134983