Sepp Piontek deyður

Sepp Piontek deyður
Týski venjarin, sum setti danskan landsliðsfótbólt á heimskortið í áttatiárunum, er deyður eftir stutta sjúkralegu 85 ára gamal
Mynd: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix  
 
19.02.2026 - 12:01

Týski venjarin Sepp Piontek, sum setti danskan landsliðsfótbólt á heimskortið í áttatiárunum, er deyður eftir stutta sjúkralegu, skriva danskir miðlar. Hann var 85 ára gamal. 

Sepp Piontek stóð á odda fyri danska manslandsliðnum frá 1979 til 1990. Í hesum tíðarskeiðnum spældu danir seg í EM-hálvfinaluna í 1984 spældu seg til HM fyri fyrstu ferð tvey ár seinni, sum var í Meksiko.

 

86-liðið spældi seg inn í fótbóltshjørtu

Við Morten Olsen, Michael Laudrup og Preben Elkjær á odda spældi danska liðið seg inn í tilvitskuna hjá fótbóltsfjepparum kring allan heim við millum annað 6-1 sigri á Uruguay og 2-0 sigri á Týsklandi í bólkaspælinum.

Í áttandapartsfinaluni legði eydnaðist at leggja seg á odda ímóti Spania við brotssparki frá Jesper Olsen, men tá sami maður gav Emilio Butragueno ein ókeypis kjans at javna beint fyri steðgin rapaði korthúsið og Danmark tapti 5-1.

 - Hann verður ongantíð gloymdur av fótbóltsdanmark. Í dag er vanligt, at vit spæla okkum til hvørt endaspæl, men soleiðis var ikki tá, sigur Michael Laudrup við TV 2 Sport. 

 - Hann hevur havt øgiliga stóran týdning. Ikki bara fyri danskan landsliðsfótbólt men eisini fyri meg persónliga. Vit stóðu hvørjum øðrum sera nær, sigur Preben Elkjær við somu rás.

Sepp Piontek stóð á odda fyri danska landsliðnum 115 dystir.

 


Sepp Piontek og Preben Elkjær undan HM-undankappingardysti ímóti Grikkalandi í 1980. (Mynd: Erik Holmberg/Ritzau Scanpix)

 

Vitjaði í Føroyum

Týski venjarin hevur vitjað í Føroyum nakrar ferðir. Hann gjørdist venjari hjá Turkalandi, sum kom til Føroyar til venjingardyst í 1991. Dysturin endaði við 1-1 javnleiki, og Todi Jónsson, sum spældi sín fyrsta landsdyst, skeyt eisini sítt fyrsta mál.

Sepp Piontek var eisini gestur, tá Føroyar tóku ímóti Týsklandi í HM-undankappingini í 2013.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Mikudag 11. november
Eitt stjørnuskot so vakurt
216071
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096