Grindadráp er lex specialis

Grindadráp er lex specialis
Grindadrápið í Hvannasundi í fjør summar eigur at viðgerast eftir grindalógini og ikki eftir lógini um djóravælferð
Grind í Hvannasundi (tilvildarlig mynd).
 
20.02.2026 - 06:17

Grindadrápið í Hvannasundi í fjør summar eigur at viðgerast eftir grindalógini og ikki eftir lógini um djóravælferð.

Tað sigur Tilfeingis- og Vinnumálaráðið í skrivi til politiið.

Tað sigur, at soleiðis er lógartulkingin. 

Sýslumaður og grindamenn eru skuldsettir fyri at bróta lógina um djóravælferð í einum grindadrápi í Hvannasundi í fjør summar.

Lex

Er talan um lógarbrot, skal tað viðgerast eftir grindalógini, sigur Tilfeingis- og Vinnumálaráðið.

Tað sama siga tingmenn úr øllum flokkum, sum fyrst í desember komu við uppskoti til samtyktar um tað, sum teir kalla at verja rættin at veiða villini djór.

Teir biðja landsstýrið broyta lóggávuna soleiðis, at bara grindalógin er galdandi fyri grindadráp.

Tað uppskotið er enn í vinnunevndini, hóast freistin at koma við áliti var 10. januar. 

Tilfeingis- og Vinnumálaráðið sigur, at lógin um djóravælferð er ein yvirskipað lóg, ein lex generalis, sum slíkt eitur í løgfrøðini.

Grindalógin er ein serlóg, ein lex specialis.

Og í hesum ítøkiliga føri gongur lex specialis fram um lex generalis, sigur Tilfeingis- og Vinnumálaráðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040