Uppskotið samtykt: Pensjónsaldurin verður hækkaður

Uppskotið samtykt: Pensjónsaldurin verður hækkaður
Øll samgongufólkini, sum vóru i tingsalinum, uttan Liljan Weihe, atkvøddu fyri uppskotinum hjá Margit Stórá, landsstýriskvinnu
Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum, og Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
23.02.2026 - 13:41

Pensjónsaldurin verður hækkaður upp í 69 ár.

Løgtingið hevur fyri løtu síðani við aðru viðgerð samtykt uppskotið hjá Margit Stórá, landsstýriskvinnu í almanna- og heilsumálum, um ar hækka pensjósnaldurin.

16 atkvøður vóru fyri, 15 ímóti, og eingin var blonk.

Øll samgongufólkini, sum vóru í tingsalinum, uttan Liljan Weihe, atkvøddu fyri uppskotinum.

Liljan Weihe atkvøddi ímóti.

 


Liljan Weihe. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Málið skal hava eina viðgerð aftrat.

Sambært uppskotinum hækkar pensjónsaldurin upp í 68,5 ár í 2035 og upp í 69 ár í 2038. 

Hoyr samrøðu, sum Annika Bolton Mortensen gjørdi við Aksel V. Johannesen, løgmann, og Ruth Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum:

 

23022026_Logmadur_og_Ruth

 

 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723