- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hvat bleiv av styttu arbeiðsvikuni, spyr Fakfelagssamtakið

- Hetta var alneyðugt fyri at betra umstøðurnar hjá føroyska arbeiðstakaranum, sigur Fakfelagssamtakið í skrivi til løgtingslimir í kvøld.
Samtakið vísur á, at politikkarar fyri bæði Javnaðarflokkin og Tjóðveldi førdu fram, at stytta arbeiðsvikan fór at geva ágóða fyri alt samfelagið. Ført var eisini fram, at størsti trupulleikin fyri allar borgarar, bæði børn, ung og eldri, var strongd og, at øll høvdu alt ov nógv at gera. Tí var neyðugt at stytta arbeiðsvikuna, so fólk kundu fáa arbeiðslív og familjulív at hanga saman og harvið betra um trivnaðin í øllum samfelagnum. Og vallyftið varð skrivað í samgonguskjalið.
Fakfelagssamstarvið staðfestir, at sitandi samgonga ikki hevur arbeitt fyri størsta lyftinum, sum var givið arbeiðstakarunum. Eisini mugu vit staðfesta, at sitandi løgmaður Aksel Johannesen alment hevur boða frá, at tað ikki er meiriluti í samgonguni fyri at stytta arbeiðsvikuna við lóg. Fakfelagssamtakið spyr løgtingslimir, hvat bleiv av meirilutanum?
- Hava samgongulimir ikki eina skyldu at fylgja avtalunum, sum eru innskrivaðar í samgonguskjalið? Hvussu kann sitandi samgonga loypa frá sínum sítt lyfti um at stytta arbeiðsvikuna við lóg, spyr Fakfelagssamstarvið at enda í skrivinum, sum er undirskrivað av 6 av 7 feløgum í samtakinum:
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Heilsuhjálparafelag Føroya, Akademikarafelag Føroya, Føroya Pedagogfelag, Føroya Lærarafelag.
Starvsfelagið hevur ikki skrivað undir. Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa viðmerking frá formanninum í Starvsfelagnum, sum er við í Fakfelagssamtakinum.






















