Starvið sum landsapotekari fer í søguna

Starvið sum landsapotekari fer í søguna
Arbeiðsøkið hjá Landsapotekaranum fevnir so breitt, soleiðis at hann í síðasta enda kann hava eftirlit við sær sjálvum
 
24.02.2026 - 18:42

Starvið sum Landsapotekari fer í søguna og ein nýggj skipan setast í verk í oktober í ár. Orsøkin er, at arbeiðsøkið hjá Landsapotekaranum í dag fevnir so breitt, at hann í síðasta enda kann hava eftirlit við sær sjálvum  - hann umsitur í dag lógirnar um apoteksverkið og heilivág og hinumegin hevur hann eftirlit við, at lógirnar verá hildnar.

Fyri at sleppa undan hesum dupultleikluti, so hevur Landsapotekarin keypt sær til, at Lægemiddelstyrelsen í Danmark fremur ein part av eftirlitinum - men í síðsta enda er tað Landsapotekarin, sum hevur myndugleikan.

Ætlanin við nýggja bygnaðinum er, at býta bygnaðin sundur, og deila tað millum sjálvy Apoteksverkið og Heilsustýrið. Raksturin skal liggja hjá Apoteksverkinum og eftirlitið hjá Heilsystýrinum. Heilsustýrið metir seg tó ikki ført fyri at hava neyðuga eftirlitið við heiliváginum, og tí skal avtala gerast við danska Lægemiddelstyrelsen, at hava eftirlitið við Apoteksverkinum.

Higartil hevur verið krav, at landsapotekarin hevur havt eina farmaceutiska útbúgving á kandidatstigi. Men Heilsumálaráðið heldur at hetta kravið kann sleppast. Ístaðin skal tann nýggi stjórin fyri Apoteksverkið, sum avloysir Landsapotekaran, kunna leita sær ráðgeving frá apotekarum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. apríl
Við Tórði á túri undir Brúnni í Havn
207003
Mánadag 13. apríl
At tora er at gera
206966
Mánadag 13. apríl
Morgunlestur mánadagur 13.apríl 2026
206919
Sunnudag 12. apríl
Bolero
206930
Sunnudag 12. apríl
Guðstænasta í Hósvíkar kirkju
206929
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 13. apríl
Veðrið
206994
Mánadag 13. apríl
Tíðindafundur: Landsstýrið verður sett
206990
Mánadag 13. apríl
KAKUMiKS 2 (4:7) - teknmálstulkað
206978
Sunnudag 12. apríl
Møti úr Hebron í Leivrík
206941