Viðmerkjarar: Nógv kann henda við triðju viðgerð

Viðmerkjarar: Nógv kann henda við triðju viðgerð
Tað verður serliga atkvøðugreiðslan um pensjónsmálið, sum verður spennandi, og tað kann henda, at onkur í Javnaðarflokkinum fer at atkvøða ímóti
Jóhann Lützen og Árni Gregersen gjørdu viðmerkingar til politisku støðuna í Breddanum fyrrapartin.
 
24.02.2026 - 14:06

Hóast bæði uppskotið um at hækka pensjónsaldurin og uppskotið um at projektera Suðuroyartunnilin vóru samtykt við aðru viðgerð í gjár, kann nógv henda í dag og í morgin, tá bæði uppskotini skulu til triðju viðgerð. 

Tað siga politisku viðmerkjararnir Árni Gregersen og Jóhann Lützen, sum vóru í Breddanum fyrrapartin:

 

24022026_Vidmerkjarar_1

 

Og tað kann henda, at limir úr Javnaðarflokkinum atkvøða ímóti at hækka pensjónsaldurin við triðju viðgerð.

 

24022026_Vidmerkjarar_2


Tað er serliga atkvøðugreiðslan um pensjónsmálið, sum verður spennandi í morgin. 

Tí Jóhann Lützen og Árni Gregersen halda ikki, at nakar ivi um, at uppskotið um Suðuroyartunnilin verður samtykt:

 

24022026_Vidmerkjarar_3_wav

 

Sambært skránni fyri tingfundin í morgin kemur uppskotið um at projektera og bjóða út Suðuroyartunnilin til triðju viðgerð, áðrenn uppskotið um at hækka pensjónsaldurin kemur til endaliga viðgera.

Á tingfundinum í gjár var raðfylgjan øðrvísi. Tá var fyrst atkvøtt um at hækka pensjónsaldurin, áðrenn málið um Suðuroyartunnilin kom til aðru viðgerð. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. juli
Veðrið
210792
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525