34 milliónir aftrat til H-bygningin

34 milliónir aftrat til H-bygningin
Onnur viðgerð og atkvøðugreiðsla vera á tingfundinum í dag
Fíggjarnevndin tekur einmælt undir við uppskotinum hjá Margit Stórá, landsstýriskvinnu. 
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
24.02.2026 - 08:07

Løgtingið fer í dag at játta 33,8 mió. kr. aftrat til H-bygningin hjá Landssjúkrahúsinum.

Fíggjarnevndin tekur einmælt undir við uppskotinum hjá Margit Stórá, landsstýriskvinnu. 

Onnur viðgerð og atkvøðugreiðsla vera á tingfundinum í dag.

Tingið skal eisini atkvøða um fýra onnur mál í dag, og endalig atkvøðugreiðsla verður um tvey mál.

Fyrsta viðgerð verður um uppskotið hjá Almanna- og Heilsumálaráðnum, um at geva Landsverki heimild at útvega ukrainum bráðfeingis bústaðir.

Og uppskotið hjá tveimum tingfólkum úr hvørjum flokki í andstøðuni um at lækka kolvetnisskattin hevur eisini fyrstu viðgerð í dag.

Tingfundurin er kl.11.00

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659