Einki regluverk á hesum sinni

Einki regluverk á hesum sinni
Millum málini, sum nú detta burtur, er uppskotið hjá Ruth Vang, landsstýriskvinnu, um fíggjarpolitiskt regluverk
Fíggjarpolitiska regluverkið verður nú enn longri á veg.
 
27.02.2026 - 07:18


Millum málini, sum nú detta burtur, er uppskotið hjá Ruth Vang, landsstýriskvinnu, um fíggjarpolitiskt regluverk.

Uppskotið var í fíggjarnevndini, sum skuldi koma við áliti 28. februar.

Uppskotið er at broyta lógina um landsins játtanarskipan.

Hámark skal setast fyri vøkstri í rakstrarútreiðslum hjá landinum.

Uppskotið sigur, at rakstrarútreiðslurnar ikki kunnu vera meira enn eitt prosent størri enn tær vóru í undanfarna ári.

Og tað er eftir, at útreiðslurnar eru framroknaðar við lønarvøkstrinum.

Eisini eru í uppskotinum avmarkingar um, hvussu inntøkubroytingar kunnu fíggjast, og hvussu nógvar íløgur, landið kann gera.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Fríggjadag 13. november
Tekstur til tónleik: Vald
216134
Fríggjadag 13. november
Breddin: Miðlastuðul og vitlíki í bókmentum
216363
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328