Trý valevni til Stiftsstjórnina og sjey til Próstadømisráðið

Trý valevni til Stiftsstjórnina og sjey til Próstadømisráðið
Atkvøðurnar á teimum báðum valunum verða taldar 25. mars
Biskupur er fastur formaður í Stiftsstjórnini, og dómprósturin er fastur limur í Próstadømisráðnum.
 
05.03.2026 - 08:17

Tríggir menn stilla upp til ein sess á valinum til Stiftsstjórnina.

Teir eru Asbjørn Mikkelsen á Skála, Jens Jensen í Tjørnuvík og Jónheðin H. Tróndheim á Argjum.

Í Stiftsstjórnini eru annars biskupur, sum er fastur formaður, og eitt fólk, sum landsstýrisfólkið tilnevnir.

Kirkjuráðslimir velja triðja limin.

 

Sjey stilla upp

Í Próstadømisráðið skulu kirkjuráðini velja fýra limir.

Sjey fólk stilla upp.

Tey eru Alis Højsted í Funningi, Dagbjørt Ólavsdóttir Hansen í Norðragøtu, Edvard í Skorðini Joensen í Sandavági, Eghild Poulsen í Kunoy, Kathrina Lindenskov Holm í Havn, Rakul í Gerðinum í Vestmanna og Ulla Bærentsen í Vági.

Dómprósturin er fastur limur.
 
Atkvøðurnar á teimum báðum valunum verða taldar 25. mars.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101